Aglow: Viðkomandi kvøld um happing

Komandi leygarkvøld kl.19.30 verður Aglow-fundur í Miðlahúsinum. Hesa ferð fer Lissi Hansen at greiða frá um happing.

Evnið happing er nógv frammi í dag. Tí meta kvinnurnar í felagsskapinum Aglow at tað er týdningarmikið at taka tað fram við hetta høvið.
Spurningarnir sum verða viðgjørdir leygarkvøldið eru millum annað hesir:
Hvat er happing? Hví og hvør happar hvønn? Hvønn skaða ger happingin? Hvat kann eg gera, um mítt barn verður happað? Hvat um mítt barn happar? Hvussu kunna vit, loysa ósemjur á rættan hátt? Hvussu kunna vit hjálpa okkara børnum at trívast betur?
Í framløguni og orðaskiftinum aftaná er somuleiðis ætlanin at vísa á, at tað er ein møguleiki er í hesum sambandi: At fara til Gud við øllum teimum trupulleikum, sum ein kann møta.
Aglow er ein samkirkjuligur heimsumfatandi felagsskapur, sum kom til Føroyar í 1985. Í Føroyum eru seks Aglow bólkar og ein landsleiðsla. Hvør bólkur hevur mannligar ráðgevarar. Hetta eru prestar ella leiðarar í samkomum, sum viðurkenna, at Aglow hevur eitt pláss í Guds kirkjuliði. Teirra ábyrgd er at veita ráð og stuðul til stýrini.
Á Aglow-fundunum kunnu allar kvinnur kenna seg vælkomnar.