Agip leitar eftir boripalli til Føroyaøkið

Um somu tíð sum Amerada Hess fer undir at bora beint hinumegin markið er oljufelagið Agip farið at leita eftir hóskandi boripalli til sína boring næsta summar

Oljuleiting

Nakað um somu tíð sum boriskipið West Navion er komið á Atlantmótið at bora ein týðandi brunn fyri The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Petroleum er italska oljufelagið Agip farið út á heimsmarknaðin á leita eftir einum hóskandi boripalli til sína fyrstu boring við Føroyar nakrantíð. Agip, sum saman við Føroya Kolvetni, hevur fingið loyvi at bora eftir olju og gassi, skuldi eftir røttum havt borað í ár. Men úrslitið av teimum trimum fyrstu boringunum á landgrunninum í fjør gjørdi, at Agip eins og hini feløgini hildu tað vera neyðugt at endavenda øllum tí seismiska tilfarinum umframt at fáa skotið nýggjan seismikk.

Á oljumessuni í Stavanger í farnu viku kom fram, at Agip fyri góðari viku síðani lýsti eftir boripalli til at bora í næsta ár, í fyrsta lagi í mai men helst nærri sumrinum enn tað. Ikki so nógvir pallar eru, sum kunnu arbeiða í hesum djúpa farvatninum, so tað ræður um at vera tíðliga úti.

Sosialurin skilur annars, at endurskoðanin av seismiska tilfarinum og nýggi seismikkurin felagið hevur fingið til vega í ár hevur gagnað samtakinum, soleiðis at man heldur seg at hava funnið rætta staðið at seta hol á.

Sum er eigur Agip 93% av loyvinum. Føroya Kolvetni eigur tey 7% men kann fáa upp í 22%, um tað ynskir og megnar tað. Tað er enn ógreitt, hvat Føroya Kolvetni fer at gera, men neyvan er hugsandi, at Agip fer undir eina boring í 250 millióna klassanum við 93% av váðanum. Tí verður millum oljufólk gitt, at Agip roynir at fáa okkurt annað oljufelag at ?farma? inn í samtakið og taka ein part av váðanum á seg. At tað ikki hevur eydnast enn kann hava nakað við boriúrslitini á landgrunninum higartil at gera. Og so tað at feløgini uttan iva standa í bíðistøðu og vilja kenna úrslitið av boringini hjá Amerada Hess við markið fyrst.

Føroya Kolvetni hevur fleiri ferðir ætlað sær á børsin í London at fáa pengar til sín part av boringini. Hetta hevur so verið útsett. Felagið skal hava pening sín kláran eitt hálvt ár innan boringina, og verður borað á sumri næsta ár, so nærkast. Tí má roknast við, at Føroya Kolvetni fer at gera eina roynd at koma á London partabrævamarknaðin í hesum árinum. Um tað so ?bara? er at fáa fíggjað tey verandi 7% ella tað er til eina nógv hægri luttøku uppá 22% er óvist.

Boringin hjá Agip vil sjálvandi hava stóran týdning fyri áhugan fyri føroyska økinum. Gongur t.d. ikki sum ætlað hjá Amerada Hess við tí boring, sum byrjar í dag sum ein annan dag, so fara øll eygu at vera vend móti Agip-boringini næsta ár. Gevur hon heldur einki úrslit, so standa aðrar boringar á skránni hjá Statoil, BP og Hess í 2004. Men tað er greitt, at eisini hin boringin hjá Hess í bretskum øki longur norðuri og skamt frá loyvinum hjá Agip, Cambo, kann fáa stóran týdning fyri Føroyaøkið. Skuldi hon eydnast vil hon sjálvandi gera Agiployvið uppaftur meira áhugavert, og eitt gott úrslit av tí boringini vildi so eisini skundað undir eina næstu útbjóðingarrundu. Tað er greitt, at fyri Agip hevur tað ikki so lítið at siga heldur, hvat úrslitið verður av Cambobrunninum, men óvist er í løtuni, um hann verður boraður, áðrenn Agip setur sín bor í næsta ár. Ætlanin hjá Hess var at bora Cambobrunnin í ár eisini, men tað verður ivasamt, nú West Navion varð so nógv seinkað. Tað hevur ljóðað, at Hess fyrst fór at bora Cambobrunnin og bíða við hesum, sum hevur tilknýti til fundið á landgrunninum í fjør. Men tær gitingarnar eru so ikki beinar.

Fyri Føroyar og fyri tey oljufeløgini, sum hava valt at gera risastórar íløgur her hjá okkum er tíðin, sum liggur fyri framman, sera spennandi og avgerandi. Verður einki funnið nú, so eru kortini ikki allar súðir syftar. Oljuleiting er ein longri prosess, og nøkur fá turr hol nýtast ikki at vera nakað endaligt svar. Tað má tol og fyrireiking til.

West Navion boriskipið kom á borilokalitiónina í vikuskiftinum og skuldi fara undir at bora fyrst í vikuni. Nú veðrið hevur verið so vánaligt er ivasamt, um boringini byrjar alt fyri eitt.