Agip borar í juni

Í næsta mánað fer Agip undir at gera seinastu kanningar á havbotninum, har felagið skal til at bora í juni næsta ár. Tá kemur eisini nýggi oddamaðurin fyri Føroyaprojektinum, Luca Dragonetti til Føroya úr vesturafrika, hagani hann sum førning hevur við sær drúgvar royndir við at bora á djúpum vatni. Føroya Kolvetni fyrireikar seg eisini til spennandi boringina.

Leiting


Um gott og væl eitt hálvt ár ella neyvari, í juni næsta ár er ætlanin at seta borin í aftur føroysku undirgrundina. Italski oljurisin Agip stendur fyri tørni, nú øll hini oljusamtøkini, Statoil, BP og Amerada hava gjørt eina fyrstu roynd. Stóri spurningur í løtuni er, hvør boripallur fer at verða brúktur til hesa 4. boringina á landgrunninum. Agip er í løtuni við at leggja seinastu hond á eina avtalu um leigu á boripalli, men enn er ikki avgjørt, hvør boripallur talan er um. Tó eru ikki so nógvir at velja í, tí bert nakrir heilt fáir kunnu bora á djúpum vatni við Føroyar, kanska færri enn fimm. Sosialurin skilur, at tað møguliga verður ein gamal kenningur á Atlantsmótinum, tann sera framkomni Jack Bates, sum eigur nógvar boridagar hinumegin markið.

Aldo Napolitiano, stjóri hjá Agip í Aberdeen sigur við blaðið, at teir einaferð í næstu framtíð fara at gera avtalu um ein boripall men kann hann ikki í løtuni seg navn á. Hann upplýsir annars, at felagið í næsta mánað fer undir eina "side survey" kanning. Hetta er tað arbeiðið, sum øll oljufeløg binda seg til at gera, áðrenn endaliga borilokalitiónin verður ásett. Sjálv borioperatiónin fer annars at verða stýrd frá skrivstovuni í Havn. Herfyri varð Ron Lansdell, sum hevur staðið á odda fyri Føroyaprojektinum fluttur til Kasakstan. Miðjan november kemur so maðurin, ið skal taka yvir, til Føroyar. Tað er Luca Dragonetti, sum hevur drúgvar royndir frá boring á djúpum vatni út fyri vesturafrika. Tað verður so hann, sum skal standa fyri 4. boringini á Føroyaøkinum og møguliga blíva tann, sum fær bingo. Boringin næsta summar verður mett at taka einar tveir mánaðir, og tá verður so aftur virksemi hjá føroyskum fyritøkum, eitt nú á Útgerðarhavnini í Runavík, hjá føroyska partinum av Eurest, sum letur matvørur til boringina og hjá Atlantsflog, sum tekur sær av flutninginum av borifólki - treytað av at hesi eru kappingarfør, hvat tey hava verið undir hinum trimum boringunum.

Uppá fyrispurning um úrslitið av seinastu boringini hjá Hess í bretskum øki fær nakra ávirkan á boringina hjá Agip sigur Aldo Napolitiano, at tað ger hon ikki. Hon hevur sum so einki við Agipboringina at gera, sum liggur væl longur norðuri. Hann heldur tað eisini vera alt ov tíðliga at siga nakað um, antin tann boringin er vorðin miseydnað ella ikki. Hann sigur annars, at teir framvegis hava samráðingar við onnur oljufeløg um at koma uppí loyvið. Umframt boringina hjá Agip á landgrunninum fer eisini ChevronTexaco at bora ein brunn beint hinumegin markið næsta summar. Við øðrum orðum kunnu úrslitini av hesum báðum brunnum fáa stóran týdning fyri víðari tilgongdina á Føroyaøkinum og Atlantsmótinum sum heild.

Hjá Føroya Kolvetni, sum eru við í Agipboringini, verður eisini arbeitt miðvíst at gera seg til reiðar til hesa stóru uppgávuna. Felagið hevur 7% lut í loyvinum men kann økja tað til 22%. Niels Sørensen sigur, at tað er framvegis ætlanin og verður nú hugt at, nær felagið skal fara á gjaldoyrabørsin eftir tí neyðuga kapitalinum. Við 7% koma teir at gjalda knappar 20 mill. kr. meðan upphæddin fyri at luttaka við 22% verður nærri teimum 50 mill. kr. Hetta er so ikki meira enn fyri ein lítlan trolara leggur Niels Sørensen aftrat.