Aggo Mouritsen 70 ár

Mikudagin 4. februar 2009 fylti Jákup Karbech Mouritsen, vanliga nevndur Aggo, 70 ár.

Aggo er sonur Giggu, f. Joensen, ættað úr Sørvági, og Carl Karbech Mouritsen, vanliga nevndur Kaffi-Carl. Gigga og Carl vórðu serliga kend frá Kaffivogninum á Eystaru bryggju í Havn, sum tey saman róku í eini 40 ár. Tey skaptu eitt sera hugnaligt umhvørvi í Kaffivogninum, har nógv arbeiðsfólk í Havn høvdu sína føstu gongd. Gigga, sum í dag er 93 ár gomul, hevur verið einkja síðan Carl doyði í 1989, 78 ára gamal.


Aggo er nummar fimm í røðini av børnum hjá Giggu og Carl, sum fingu tilsamans 12 børn, harav níggju eru á lívi. Tey eru: Gunnleivur og Eydna (Viderø), Poula Margretha (Keldorff) og Arndis (Davidsen), Jákup (Aggo), Kris og Johannes, tvíburar sum doyðu í 1941, hálvt ára gamlir av lungnabruna, Karin, Kári, Rógvi og Elin. Yngstur var Bogi, sum brádliga doyði av sjúka í 1960, 11 ára gamal.


Sum heilt ungur fór Aggo út at sigla. Einasta treytin, fyri at sleppa avstað, var, at hann mátti geva pápa sínum lyfti um, at hann skuldi ikki fáa sær tatoveringar, og tað lyftið hevur hann hildið.


Aggo fór í læru á maskinverkstaðnum hjá Anfinni Debes, og seinni gjørdist hann maskinmeistari. Hann hevur siglt nógv, millum annað við Vesturvón í nógv ár, síðan fór hann at sigla úti í stóru verð við reiðaríunum Mæersk og K. I. Larsen.


Í 1985 gjørdist hann sjúkur og mátti gevast at sigla. Hann fekk sær so ístaðin arbeiði á landi og arbeiddi á Verkstaðnum Vón á Argjum í umleið 13 ár. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn á bilstøðini Auto í Havn.


Aggo var giftur við Mary, f. Højsted, av Langasandi. Mary gjørdist sjúk og andaðist í 1993, bert 45 ára gomul. Tey fingu tvey børn: Ann Mari, 38 ár, og Kári, 28 ár, sum bæði eru búsitandi í Danmark.

Ann Mari eigur tríggjar dreingir: Silas 9 ár, Jonas 6 ár og Lukas 3 ár. Aggo er sera góður við abbasynirnar og kallar teir fyri ”teir tríggir musketerarnir”. Hóast frástøðan er stór, vitjar Aggo ofta í Danmark og vitjar børnini og abbasynirnar.


Aggo er sera kreativur, og tað liggur væl fyri hjá honum at tekna og mála. Men tað er ikki nakað, hann ger so nógv við. Musikalskur er hann eisini, dugir at spæla guitar, harmoniku og munnharpu. Tað eru helst mong sum minnast at Aggo, saman við Leivur Johannesen (Leivur hjá Fritleif), sang kenda slagaran “Eitt sunnukvøld í plantasjuni”.