Sambært bretska blaðnum News of the World hevur danski verjuspælarin Daniel Agger havnað einum tilboði frá Liverpool um at leingja sáttmálan. Liverpool ætlaði at lata Agger 80 milliónir krónur fyri næstu fýra árini, men Agger hevur sagt nei takk. Áhaldandi slatursøgur hava sett Agger í samband við italsku felgøini AC Milan og Juventus.