Fyrir fyrstu ferð í trýggjar mánaðir kann Daniel Agger aftur lata seg í Liverpool-troyggjuna, tá eykaliðið hjá Liverpool møtir Blackburn, við føroyska Gunnari Nielsen í málinum.
Tann 23-ára gamli verjuleikarin hevur vant við liðnum, seinasta mánaðin, men nýggj pína í fótinum hevur hildið honum vekk frá einum comeback. Men nú tykist Agger at vera komin fyri seg, og vera klárur til dystin.
- Agger spælur fyri okkara eykaliðið móti Blackburn, og fyri okkum er tað sum at fáa ein nýggjan leikara til felagið. Hann er sera tætt uppá at byrja inni á besta liðnum, sigur Liverpool-venjarin Rafael Benitez fyri Daily Post.
Veðrið kann tó steðga Daniel Agger. Sambært heimasíðu felagsins hevur tað regnað nógv í nátt, og vøllurin skal eftirkannast einaferð fyrrapartin.










