- Vit hava aðrar verjuleikarar at velja millum. Martin Skrtel hevur avrikað væl, síðan hann skifti til okkum í januar. Hetta kemur sera óvart á, men Daniel Agger verður klárur aftur til komandi kappingarár.
Rafael Benitez staðfesti í dag, at danski landsliðsverjuleikarin, Daniel Agger, ikki spælur aftur í hesum kappingarárinum. Daniel Agger hevur ikki spælt síðan í september, men seinastu tíðina hevur verið lagt upp til, at hann skal hjálpa felagnum seinastu tveir mánaðirnar til summarfrítíðina. Nú er greitt, at Agger skal skurðviðgerast fyri skaðan, sum hevur hildið hann uttan fyri seinasta hálva árið.
Hetta skrivar almenna heimasíðan hjá Liverpool.










