Akkurát sum eitt comeback lá í luftini, er skaðin í fótinum hjá Daniel Agger vorðin verri, og fyrrverandi Brøndby-verjuleikarin má nú aftur sita uttanfyri í longri tíð. - Vit hava fingið keðilig tíðindi. Agger hevur sama trupulleika sum áðrenn. Hann vandi og var klárur til dyst, men í dagsins venjing var skaðin aftur har, og tað sær út til, at hann má ígjøgnum enn eina uppvenjingartíð, sigur venjarin, Rafael Benitez fyri heimasíðuni hjá Liverpool. Agger hevur verið úti við skaða síðan 15. september og hetta kappingarárið líkist alt meira einum ræðslu-kappingarári fyri 23-ára gamla danan, sum fyri stuttari tíð síðani varð kosin besti danski fótbóltsleikarin í 2007.










