Superliga
Mánakvøldið hittust jysku feløgini, AGF og Vejle, í Århus. Í tíðini eftir 2. heimsbardaga vóru hesi bæði feløgini leingi millum tey størstu og mest vinnandi og virdu í Danmark.
Men síðstu árini hevur tað verið nógv upp og niður. Hjá AGF hevur tað skorist so mikið illa, at teir onkra ferðina hava verið í næstbestu deildini, og fíggjarliga eru teir framvegis so mikið illa fyri, at hóttanin um húsagang ikki er heilt burtur.
Vejle fór so logandi av knóranum fyrst í níti árunum. Í summar megnaðu teir at spæla seg aftur í bestu deildina, eftir at teir høvdu verið eitt ár í næstbestu deildini.
Fyrstu umførini í nýggja umfarinum hevur tað hilnast betur hjá Vejle, enn tað hevur hjá AGF, sum ongantíð hevur vunnið, men mánakvøldið var eingin ivi. AGF vann 3?0. Teir skoraðu øll málini í 1. hálvleiki, og teir kundu havt skorað uppaftur fleiri mál.
Vejle hevur eitt sera ungt lið. Mánakvøldið vóru tveir 16 ára gamlir dreingir á liðnum, og tað verður mett at felagið fer at eiga góða framtíð, um tað eydnast at halda upp á fólkið. Tað er so ein heilt annar spurningur.
Toppskjúttin undan summarsteðginum, Bo Nielsen, legði AGF framum, tá sjey minuttir vóru farnir. Hini bæði málini skoraði Nocko Jokovic. Tað var kærkomið bæði hjá spælaranum og felagnum. Miðframherjin hevði ikki skorað síðani eina ferð í mai mánað.
Og so var tað um reppið, at málskjúttin ikki fekk høvi at vísa, hvat hann dugur til. Í fyrstu minuttunum mánakvøldið var úti við síðulinjuna orðadráttur millum hann og venjaran, John Stampe. Tað var um reppið, at venjarin tók álopsspælaran av vøllinum. Ivaleyst vóru bæði venjarin og spælarin seinni mánakvøldið glaðir um, at tað at enda tørnaði út, sum tað gjørdi!