Mikukvøldið datt AGF niður um niðurflytingarstrikuna í superliguni, og tað gjørdu teir, hóast teir ikki spældu.
Tað gjørdi hinvegin aftasta liðið í deildini. Esbjerg, spældi mikukvøldið útsetta dystin ímóti meistaraliðnum AaB, og við einum javnleiki togaðu teir seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Dysturin, sum var spældur í vesturjútska býnum, var vánaligur, og hann endaði eisini málleysur. Venjarin hjá Esbjerg helt eftir dystin fyri, at dysturin var tann vánaligasti hjá Esbjerg í superliguni. Men hetta var dysturin, sum sendi Esbjerg upp um bæði Vejle og AGF.
Bert eitt stig er á muni millum trý tey aftastu liðini, men ístaðin fyri at liggja beint omanfyri niðurflyt-ingarstrikuna, liggja Óli Johannesen og teir nú undir strikuni, og tað er týðandi munur ? í hvussu so er, tá kappingin er av.
Vejle leggur saman
Í vikuni varð kunngjørt, at Vejle, Kolding og Fredericia frá næsta summari fara at leggja saman og spæla undir navninum FC Trekanten.
Avgerðin um hetta er tikin eftir, at Vejle hevur staðið seg so illa í hesum kappingarárinum, og fyrra hálvár hevði felagið eitt undirskot upp á 4,7 milliónir krónur. Okkurt mátti gerast, og leiðslan í Vejle hevur tí leitað sær hjálp frá øðrum feløgum í umráðnum.
Nýggja samstarvið skal syrgja fyri, at Vejle (og hini bæði feløgini) kunnu verða við í toppinum í donskum fótbólti.
? Gjørdu vit ikki hetta, var vandi fyri at Vejle flutti fleiri deildir niður. Nú hava vit aftur sett ferð á frameftir, sigur Henrik Lund, sum verður stjóri í nýggja felagnum.
Felagsliðið í Jútandi var skiftandi at hava heimavøll í Vejle og Kolding, meðan bíðað verður eftir, at nýtt stadion verður bygt.
Og frá næsta summari er navnið Vejle burtur í fremstu røð í donskum fótbólti, um aðalfundirnir í teimum trimum feløgunum góðkenna samanleggingina.