AGF javnleik móti meistaraliðnum

Fótbóltur: Óli Johannesen spældi ikki við, tá AGF mánakvøldið fekk javnleik móti AaB

Tað hendi nógv, tá AGF og AaB spældu á Århus Stadion mánakvøldið. Oddaliðið og botnliðið fingu eitt mál í part, men tey kundu havt gjørt fleiri mál bæði í fyrra og seinna hálvleiki.

AGF, sum stríðist í skeiva endanum av superliguni, kom á odda, tá ein av spælarunum á útiliðnum, sendi bóltin í egið mál. Hetta gjørdi hann eftir at Michael Nonbo streyk til baklinjuna og sendi flatt innlegg inn fyri málið. Har var onkur AGF-spælari, men Jacob Krüger hevði seinasta fótin á, áðrenn tað stóð 1-0 til heimaliðið.

AGF var frammanfyri, tá liðið fóru til hálvleik, men beinanvegin eftir steðgin, javnaðu teir á liðnum úr Aalborg. Søren Frederiksen gjørdi forarbeiðið, og so sendi Jens Jessen bóltin í málið.


AGF stóran kjans

Eftir hetta hevði AaB mesta spælið, og tað var leingi ímillum, at AGF kláraði at hótta frammi á vøllinum. Men tá eitt korter var eftir at spæla fekk AGF besta tilboðið fyri at avgera dystin. Íslendingurin Ólafur Kristjansson var júst komin inn, og tá ein AGF-royndi rakti stólpan var Ólafur fyrstur á, og bara ein fram úr góð bjarging av málverjanum hjá AaB forðaði fyri, at AGF kundi leggja seg á odda aftur.

Seinasta korterið gekk tað báðar vegir, men uttan at stórir kjansir vóru. Støðan helt sær, og tí fekk AGF eitt stig burtur úr dystinum, og tað var meira, enn tey flestu høvdu væntað frammanundan, tí meistaraliðið tóktist hava funnið stevið aftur, eftir eina heldur misjavna byrjan upp á árið.

Nú liggja Brøndby og Herfølge á odda, tvey stig frammanfyri AaB. AGF er nú eitt stig frammanfyri tey bæði aftastu liðini í deildini. Annað av hesum liðunum er Vejle, sum nú ætlar sær at leggja saman við Kolding og Fredericia. Eftir enn eitt tap hetta vikuskiftið fekk venjarin hjá teimum, Ole Fritsen, sekkin. Nevndin í Vejle segði, at teir høvdu mist álitið á honum.

Óli Johannesen var við í hópinum hjá AGF seinasta vikuskiftið, men hesaferð var ikki pláss fyri honum, tí tveir av spælarunum, sum ikki vóru við tá, vóru klárir hesaferð. Tí vóru Óli og John Jensen ikki við í hópinum í dystinum móti AaB.




Støðan í superliguni

1. Brøndby1529-1728

2. Herfølge1525-2028

3. AB1524-1626

4. AaB1526-1726

5. Lyngby1525-2223

6. Silkeborg1527-1622

7. Viborg1520-2122

8. FCK 1516-1420

9. OB1514-2116

10. AGF1512-2212

11. Vejle1514-2911

12. Esbjerg1511-2811