Upptøkurnar til nýggja James Bond filmin ”Casino Royale” byrjaðu 30. januar 2006 i Kekkia. Í filminum hevur kendi enski sjónleikarin Daniel Craig fyrstu ferð leiklutin sum agent 007. Daniel Craig er 37 ára gamal. Hann vaks upp í Liverpool og gekk á sjónleikaraskúla í London. Graig kom fram fyrstu ferð í filminum ”The Power of One” í 1992.
Nýggi Ford Mondeo verður fyrsti bilurin, sum James Bond koyrir í filminum, hóast hann eisini koyrir Aston Martin, sum er kendir frá fleiri agent 007 filmum.
Filmurin hevur heimspremieru í biografunum frá 17. november, og verður í Danmark 24. november 2006.
Nýggi Ford Mondeo varð sýndur fram á Paris Motor Showet 2006 í september, men framleiðslan byrjar annað kvartal 2007, og bilurin kemur á marknaðin einferð í vár.










