Agassi segði farvæl

Amerikanski tennisspælarin Andre Agassi segði leygardagin farvæl til Wimbledon-kappingina, ið var hansara seinasta nakrantíð. Agassi spældi ímóti Rafael Nadal og tapti 3-0. Hóast tað var Nadal, sum vann dystin, so var tað Agassi, ið var heiðraður eftir seinasta dystin hjá sær í Wimbledon-kappingini. Allir áskoðararnir á Centre Court fóru á føtur og klappaðu fyri Agassi, sum hevði ilt við at halda tárini aftur. Agassi hevur spælt 14 ferðir í Wimbledon, og tað hava samanlagt verið 59 dystir á skránni.