Aganevndin hevur tikið støðu til kæruna frá VÍF í sambandi við FTZ-dyst A171 Neistin – VÍF, leiktur tann 26. mars 2017.
Aganevndin hevur givið VÍF viðhald í kæruni og dømt umdyst millum liðini, sum skal spælast eftir seinasta leikumfar. Aganevndin er tó samstundis av teirri fatan, at um tað, tá seinasta umfar av grundspælinum er spælt, er greitt, at ein umdystur ikki kemur at hava nakra ávirkan á samlaðu støðuna á stigatalvuni hjá Neistanum og hjá VÍF, hevur hvørki av hesum liðum nakran rættarligan áhuga í, at nýggjur dystur verður spældur.
Aganevndin ger tí samstundis av, at um so er, skal nýggjur dystur ikki spælast, og skrásetta úrslitið av kærda dystinum, nevniliga 25-25, verður tí standandi.