Starvsnevnd FSF´s hevur viðgjørt málið viðvíkjandi EB/Streymi í samband við, at ein fyrrverandi kassameistari sambært dómi, avsagdur í Føroya Rætti tann 30. mai 2011, er dømdur fyri fíggjarundandrátt í samband við ólógligar peningaflytingar til felagið, skrivar fótbóltssambandið í dag.
Sambært dóminum hevur fyrrverandi kassameistarin hjá EB/Streymi av órøttum flutt góðar 5,3 mill. Kr. frá P/f Formula til felagið, tó soleiðis, at kassameistarin eisini hevur afturflutt umleið 1 mill. Kr., soleiðis at nettoupphæddin, sum av órøttum er flutt til EB/Streym, liggur um 4,3 mill. Kr.
Dómurin í Føroya Rætti tekur ikki støðu til viðurskiftini hjá EB/Streymi. Tað fyriliggja ikki upplýsingar í málinum sum benda á, at løgreglan ger kanningar mótvegis felagnum, ella aðrar persónar sum vara av EB/Streymi.
Umstingin hjá FSF hevur givið nevndini tilmæli um at leggja málið fyri Aganevndina samsvarandi grein 7, jfr. grein 2 í Agareglugerðini. Starvsnevnd FSF´s hevur á fundi tann 15. juni 2011 viðgjørt málið og hevur tikið avgerð um at fylgja tilmælinum frá umsitingini.
Starvsnevnd FSF er av teirri áskoðan, at talan kann vera um brot á reglur, sum er nevndar í grein 2 í Agareglugerðini, og at Aganevndin tí eigur at taka støðu í málinum.
Grundgevingin hjá starvsnevndini at leggja málið fyri Aganevndina byggir á hesi viðurskifti:
1) Av málinum framgongur, at fyrrverandi kassameistari og nevndarlimur í felagnum av órøttum hevur flutt stórar peningaupphæddir til felagið. Aganevndin verður biðin um at taka støðu til, um fealgið kann ábyrgdast fyri henda peningaflutning, herundir um felagið kann sigast hava fingið ein órímiligan fyrimun í mun til onnur fótbóltsfeløg.
2) Aganevndin verður biðin um at taka støðu til, um nevndin í EB/Streymi hevur havt eitt nøktandi eftirlit við fíggjarligu viðurskiftini í felagnum og um felagið kann ábyrgdast fyri hetta.
3) Aganevndin verður biðin um at taka støðu til, um nevndin í EB/Streymi kann metast at hava verið vitandi um viðurskiftini, nevnd undir pkt. 1 -2, og um felagið kann ábyrgdast fyri hetta.
Starvsnevndin hevur heitt á Aganevdnina um at viðgera málið skjótast tilber sambært galdandi reglum.