Fótbóltur
Talan var um rættiliga prinsipiella avgerð, har Yvirkærunevndin staðfesti, at ein spælari í vaksnamanandeildini í prinsippinum situr leikbann av sær í fyrst komandi dystinum, sum hann hevur loyvi at luttaka í. Eisini hóast hetta ikki er í somu deild, sum spælarin fekk kortið.
Upprunaliga endaði dysturin millum 07 Vestur og MB í 2. deild við 2-1 sigri til 07 Vestur, men MB kærdi dystin. Hetta tí spælari hjá 07 hevði fingið reytt kort, tá liðið seinast spældi. Og Aganevndin gjørdi í sínari viðgerð av, at spælarin ikki hevði loyvi at spæla.
07 Vestur helt hinvegin fast um, at spælarin hevði sitið leikbannið av sær. 1. deildarliðið hjá felagnum hevði nevnliga spælt, og har hevði spælarin loyvi at spæla. Og júst hetta var avgerandi, tá Yvirkærunevndin tók avgerð í málinum.
Hetta er annars næsta ferðin í tvey ár, at Yvirkærunevndin ógildar avgerð hjá Aganevndini. Fyrru ferðina var í fjør, tá Skála í fyrsta umfari varð dømt at tapa landskappingardyst í Formula-deildini móti B36. Men eisini ta ferðina varð úrskurðurin hjá Aganevndini ógildaður.
Úrskurðurin hjá Yvirkærunevndini sæst í fullum líki á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.