B36 boðar á heimasíðu sínari frá, at felagið nú hevur fingið endaliga úrskurðin frá Aganevndini í málinum um Christian Restorff Mouritsen.
Spælarin spældi ólógliga við, tá B36 tann 26. juli spældi í Runavík, men tann dystin tapti B36 kortini við 3-0, og tí verður ikki gjørt nakað við tað úrslitið.
Um flytingina av spæliloyvinum sigur Aganenvdin, at at tað stendur greitt, at mál um flyting av spæliloyvum ikki kunnu leggjast fyri aganevndina, og harafturat er einki at leggja afturat tí viðgerð, sum er farin fram í kappingarnevndini, og at starvsnevndin onga viðmerking hevur.
Tí ger Aganevndin ikki meira við hetta málið, sum nú eftir øllum at døma er endaliga avgreitt.