Tað er ikki líkt til, at Aganevndin hjá HSF ætlar sær at liggja á boðunum, nú tað brádliga eru fleiri mál, sum hava týdning í mun til steypafinalurnar, sum skulu spælast leygardag.
Ári Rouch hjá HSF er skrivari hjá Aganevndini, og hann sigur, at Aganevndin er í ferð við at kanna málini, og at tey ætla at gera ein úrskurð í málunum, so skjótt sum hetta á nakran hátt ber til.
Roknast kann tí við, at ein úrskurður fyriliggur í kvøld.









