Afzelius in memoriam

MINNISKONSERT. Týsdagin verður minniskonsert við Afzelius-sangum á føroyskum í Norðurlandahúsinum, har Mikael Wiehe verður við. Samstundis verður fløgan ?Sangur til frælsi? givin út

 

Birgir Kruse

Hin 16. februar í fjør doyði sangarin Björan Afzelius 52 ára gamal. Hann gjørdist kendur í nýskapandi svenska bólkinum Hoola Bandoola Band fyrru helvt av sjeytiárunum, har Mikael Wiehe eisini var við.

Báðir hava teir vitjað í Føroyum, Afzelius og Wiehe. Burtur úr teimum sangum, sum teir yrktu í Hoola Bandoola Band og seinni hvør í sínum lagi, eru fleiri vorðnir fólkaogn í norðurlendskum sangbókum. Millum teir kendastu munnu verða ?Juanita? hjá Afzelius og ?Som en duva? og ?Mitt hjärtas fågel? hjá Wiehe. Hesar báðar seinnu sungu teir í felag á plátu í 1986.

Fyrstu plátuna gav Afzelius út í 1974. Tað var LP-plátan ?Väm är det som är rädd? har sangurin ?Bläckfisken? bleiv kendur. Fyrsta single pláta hjá Afzelius kom tó ikki fyrr enn í 1990 ?Tusen bitar?. Hetta var svensk umseting av sanginum hjá donsku Onnu Linnet. Sama árið vitjaði hann í Føroyum við Billy Cross.

Nú er Afzelius aftur á plakatini ? posthumt, förstås. Men á sama stað. Í Norðurlandahúsinum.

Orsøkin er, at teir føroyingar, sum altíð hava havt tokka til Afzelius, hava umsett 11 av sangum hansara og geva teir út á fløgu. Heitið er ?Sangur til frælsi? eftir ?Sång till friheten?, sum Afzelius sjálvur týddi og sang á plátuni ?Innan tystnaden? í 1982. Upphavsmaður til henda sang er Silvio Rodrigues og rættindini umsitur Editoria Musical de Cuba.

Umframt at Steintór Rasmussen hevur umsett henda kubanska slagsang til føroyskt, hevur norðmaðurin Jan Eggum eisini flutt hann í norskan búnað, eins og Bente Barfoed hevur týtt hann til danskt. Í ?Nordisk Visbok? frá 1994 sigur svenski vísusangarin, Sid Jansson, at Silvio Rodriguez er millum kendastu kubansku vísusangararnar í nuevo-trova stílinum. Rodriguez vitjaði í Svøríki 1979-80.

Føroysku fyrireikararnir hava arbeitt við sangunum hjá Afzelius síðani í vár. Upptøkurnar, sum Erik Biskopstø hevur staðið fyri, eru fyri størsta partin gjørdar í Studio Pegasus í Klaksvík. Úrvalið fevnir um elstu og nýggjastu sangir eftir Björn Afzelius, íalt 11. 24 tónleikarar og sangarar hava verið við í verkætlanini, eins og fleiri týðarar hav roynt seg.

Nú fløgan ?Sangur til frælsi? kemur á marknaðin verður samstundis skipað fyri konsert. Hon verður í Norðurlandahúsinum týskvøldið kl 19:30. Fyrireikararnir hava verið so hepnir, at teir hava fingið sjálvan Mikael Wiehe við á pallin. Einsamallur er hann á norðurlendskari konsertferð. Kemur úr Helsingborg, har hann sang hóskvøldið, og eftir konertina í Norðurlandahúsinum heldur hann áfram á ferðast og syngja. Íalt 40 konsertir, norðurlond í kring.

Mikael Wiehe gav fyrr í ár út fløguna ?En sång till modet? á plátufelagnum EMI. Her nýtti hann høvið at savna allar vinmenninar úr gamla bólkinum Hoola Bandoola Band ? uttan Afzelius, förstås.

Á miðnátt eftir lokna konsert við Afzelius-sangum, letur Bókasølan dyrnar upp og fer at selja bøkur frá teim fornisku. Ein tíma inn í náttina. Eitt rimmarkvøld í høvuðsstaðnum. Um ikki heilt frá A til Z, so frá Afzelius og Poulsen til Potter og Skála. Væl í gagnist!