Talv
Fyrrverandi stórtalentið Gata Kamsky legði í 1996 talv á hyllina. Nú hann er løgfrøðingur, er hann byrjaður aftur at telva. Fyrstu royndirnar í 2004 og 2005 gingu ikki serliga væl, men við frálíkum úrslitum seinastu mánaðirnar hevur Kamsky prógvað síni evnir. Kamsky hevur 2671 ratingstig.
Tveir sigrar ímóti Anand
Í Wijk aan Zee í januar vann Kamsky á Viswanathan Anand (2803) og í Mtel Masters í Sofia vann hann enn einaferð, hesaferð við svørtu brikkunum, á mæta indaranum. Hetta sigur ikki lítið um evnir Kamskys.
Heimsmeistarin Veselin Topalov (2804) vann kappingina í fjør. Í ár hevur hann eins og í fjør fingið eina slaka byrjan við einans 1,5 stigum av 4. Topalov og Vladimir Kramnik skulu í heyst telva ein ultimativan HM-dyst, soleiðis at vit aftur hava ein almennan heimsmeistara og ikki tveir sum støðan hevur verið seinastu 13 árini. Hendan spennandi dyst venda vit aftur til eina aðru ferð.
Støðan eftir 4. umfør
1. Kamsky, Gata USA 2671 3.5
2. Anand, Viswanathan IND 2803 3.0
3. Svidler, Peter RUS 2743 2.0
4. Topalov, Veselin BUL 2804 1.5
5. Ponomariov, Ruslan UKR 2738 1.0
6. Bacrot, Etienne FRA 2708 1.0
Í løtuni er kappingin nærum býtt í tvey. Kamsky og Anand og síðani hinir fýra telvararnir. Topalov og Svidler fara væntandi at bíta sterkari frá sær í seinnu helvt. Serliga plagar Topalov at rógva skjótt tá málið er í eygsjón.
Anand vann eitt gott talv við svørtum ímóti Topalov, áðrenn hann í 3. umfari tapti ímóti Kamsky. Anand reisti seg sunnudagin, tá hann hegnisliga kroysti Ruslan Ponomariov.
Kamsky hevur vunnið trý talv á rað ímóti + 2700 monnum, men megnar neyvan at vinna fjórða talvið á rað, tá hann mánadagin hevur svarta fólkið ímóti HM Topalov.
Talvið hesa vikuna er frá 4. umfari, tá oddamaðurin lættliga vinnur ímóti Peter Svidler.
OL fyri framman
John Arni Nilssen hevur seinastu vikuna hitað upp til talvolympiaduna í Torino, ið byrjar um eina viku. John Arni telvaði við í SKS/TSF International Open, sum varð telvað í Taastrup, beint uttanfyri Keypmannahavn.
John Arni, ið var 5. seedaður, legði væl út við 4 stigum av 5. Men seinastu fýra talvini góvu bert tveir javnleikir og tvey tap, soleiðis at hann endaði við 5 stigum og 6. plássi. Eitt úrslit undir hansara støði, men ivaleys góð upphiting til OL.