Afturvendandi tiltak á hvørjum ári

? Ætlanin er, at bilaframsýningin skal gerast eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári ? seinastu viku í apríl.

Eirikur Lindenskov



Hetta sigur Birgir Sondum, sum er í arbeiðsbólkinum hjá hondbóltsfeløgunum Kyndli og Neistanum, sum skipar fyri tí praktiska í sambandi við bilaframsýningina, sum um vikuskiftið verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Sum so er tað einki nýtt í tí, at hondbóltsfeløgini í Havn skipa fyri bilaframsýing. Tað nýggja við hesari framsýningini er, at hon verður í høllini á Hálsi og ikki í Gundadalshøllini.

? Tað hava verið ávísar reklamatiónir av gólvinum í Gundalshøllini. Tí er gjørt av at hava framsýningina í høllini á Hálsi, sigur Birgir Sondum.

Undirtøkan millum framsýnarar hevur verið sera stór, greiðir Birgir Sondum okkum frá.

? Vit seldu nærum allar básarnar beinanvegin, so pláss er ikki fyri øllum bilasølunum, men 11 bilasølur verða við saman við øðrum, so sum Billutum í Kollafirði, einum fíggingar- og tryggingarfelag.

Honbóltsfeløgini ætla í framtíðini at gera nógv meira burtur úr árligu bilaframýinigini, og er tá eisni ætlanin at hava tiltøk uttan fyri høllina, eins og tað skal bera til at hava størri bilar og maskinur við eisini, sigur Birgir Sondum, sum leggur afturat, at tá verður eisini skipað fyri fleiri tiltøkum á pallinum í sjálvari høllini.

? Men av tí at so nógv ikki veðrur gjørt burtur úr hesaferð, verður tað ókeypis at vitja framsýningina. Tó sleppa børn undir 12 ár bert inn saman við vaksnum.

Bilaframsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 16, og opið verður til klokkan 20. Leygardagin og sunnudagin verður opið frá kl 14 til 20.

Klokkan 15 í dag setur Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum, framsýningina.