Forsetin í Kasakstan, Nursultan Nazarbayev, varð afturvaldur á forsetavalinum í gjár, og sambært almennu valnevndini fekk hann ikki minni enn 95 prosent av atkvøðunum. Talan er um eina veruliga álitisváttan, tí valluttøkan var heili 89,9 prosent.
Tað eru tó ikki øll, sum eru sannfød um, at valið var so rættvíst. Trý valevni vóru umframt forsetan, men andstøðan sigur, at stjórnin hevði tilnevnt tey trý. Andstøðan hevði mælt fólki frá at fara á val, sum er tað fyrsta í 20 ár.
Nursultan Nazarbayev hevur verið leiðari í Kasakstan síðani 1989, tá landið framvegis var sovjetskt lýðveldi.










