Havnar Arbeiðarafelag hevur ársaðalfund 11. mars á Hotel Føroyum. Millum annað verður val av formanni, men felagið skrivar í kunningarskrivi, at tá ið freistin fyri uppstilling til val av formanni var úti, var einki uppskot innkomið. Verandi formaður, Hans Joensen, verður tí afturvaldur, uttan atkvøðugreiðslu. Hann hevur sitið sum formaður síðani 2003, og sitið í nevndini síðani 1997.
Eftir at hava sitið í nevnd felagsins síðan 1997, gjørdist Hans Joensen formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 2003, og hevur hann sitið sum formaður øll árini síðan.
Eisini er uppskot innkomið um at formaður felagsins í mesta lagi kann verða valdur í fýra fylgjandi valskeið, sum er 8 ár, stendur í skrivi frá Havnar Arbeiðarafelag.
Eisini verður val av tveimum nevndarlimum. Fyri vali standa Sakaris Hansen og Heri Reynheim. Teir taka við afturvali. Harumframt stilla Martin Petersen og John Ove Hansen upp, stendur í skrivinum.