Afturvaldur

Valnevndin í Demokratiska Lýðveldinum Kongo kunngjørdi í morgun, at Joseph Kabila er afturvaldur sum forseti. Sambært nevndini fekk hann 58 prosent av atkvøðunum, og mótvalevnið, varaforsetin Jean-Pierre Bemba, fekk 41 prosent. Valið var tann 29. oktober, men uppteljingin er ikki liðug fyrr enn nú. Taparin hevur longu boðað frá, at hann ivast í, at alt er farið rætt fram, og at hann umhugsar, hvat hann nú skal gera.