Ivan Hentze Niclasen, redaktørur í Kringvarpinum, leggur í lesarabrævi, sent miðlunum í kvøld, Sosialin undir at villleiða í viðurskiftum viðvíkjandi Kringvarpinum. Tað er temaið, ið var at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum farnu viku, ið hann finst at.
Temaið viðgjørdi arbeiðsumhvørvið í Kringvarpinum eftir stjóraskifti fyrr í ár, og serliga ónøgdina hjá starvsfólkunum við nýggja stjóran, Johnny í Grótinum, og hansara uppíblanding í tíðindaflutningin. Ein ónøgd, ið hevur ført við sær, at stjórin er tvær ferðir kærdur til kringvarpsstýrið av starvsfólkum.
Blaðið viðgerð millum annað eina hending, har kringvarpsstjórin skal hava bjóðað Eyðuni Mørkøre, stjóra á Taks, framat í Dagur & Viku uttan at hava spurt seg fyri hjá tíðindaleiðara, redaktøri ella journalisti. Í drúgva lesarabrævinum fer Ivan Hentze Niclasen, ið var redaktørur til umtalaðu sendingina, gjøgnum hetta málið, og afturvísir útleggingina hjá Sosialinum av málinum.
- Talan var sostatt ikki – sum Sosialurin rør fram undir – um eina dulda avtalu millum stjóran á KvF og stjóran á TAKS um at koma í sjónvarpsstovuna. Innbjóðingin var almenn. Hon stóð í lesarabrævi dagin fyri, og hon varð umrødd á áðurnevnda fundinum morgunin fyri. Talan var heldur ikki um, at stjórin í KvF breyt ta redaktionellu ketuna og legði seg út í víðari viðgerðina hendan dagin. Talan var heldur ikki um, at journalistarnir stutt áðrenn sendingina fingu innlit í eina avtalu, sum stjórin í KvF og stjórin á TAKS skuldu havt gjørt. Liljan Weihe og Jan Lamhauge skrivaðu spurningar, sum Eyðun Mørkøre fekk sendandi umleið kl.17.30. Spurningarnir staðfestu avtaluna undir samrøðuni. Og talan var heldur ikki um nakað illgrunasamt í at hava tvey evnir í kjakinum hetta kvøldið. Hetta var gjørt fyri at fáa betri stundir til at viðgera hetta torgreidda mál. Alt hetta hevði Sosialurin fingið at vita, um blaðið spurdi seg fyri hjá redaktørinum hendan dagin.
Til ber at lesa aftursvarið hjá Ivan Hentze Niclasen til temað í Vikuskiftis-Sosialinum við at trýsta á her.