Ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum sendu eina kæra til Heilsumálaráðið í apríl mánaði í ár. Kæran er ikki liðugt viðgjørd enn og ljóðsmøðurnar hava ikki fingið svar.
Tveir mánaðir er long tíð at bíða eftir einum svari, men kæran var óvanaliga long og tað var ikki hissini mál, ið ljósmøðurnar hava kært um.
Les eisini: Kreppa á LSH: 40% av ljósmøðrunum sjúkrameldaðar
Kæran er í 18 punktum og inniheldur millum annað kærir um áhaldandi brot á sáttmálan, væntandi hoyringar um broytingar, vantandi vilja til kunning og hoyring av ljósmøðrum, áhaldandandi ágang og manglandi vilja til samstarv frá øðrum starvsfólkum og sjúkrahússtjóranum.
Les eisini: LSH: Vilja tvinga sjúkrameldaðar ljósmøður aftur til arbeiðis
Tað, ið endaliga fekk bikarið hjá ljósmøðrunum at flóta yvir, var ein avgerð hjá sjúkrahúsleiðsluni at gera bygnaðarbroytingar á deildini. Bygnaðarbroytingarnar innbóru millum annað, at ábyrgdin av innløgdum barnakonum eins og barsilsøkinum, sum tilsamans fevnir um næstan ein triðing av starvsøkinum hjá ljósmøðrunum.
Ljósmøðurnar siga, at arbeiðsumhvørvið er so vánaligt og støðan so álvarssom, at tær skilja ikki hví politiski myndugleikin ikki leggur uppí.
Les eisini: Jarðarmøður: Ikki nóg trygt hjá barnakonum
- Vit hava roynt at gjørt vart við, at støðan er so mikið álvarssom, at okkurt má gerast nú. Vit høvdu veruliga væntað, at tey reageraðu fyrr, og skilja ikki hvat tey bíða eftir. Eingin kann arbeiða undir hesum fullkomiliga ótolandi umstøðunum. Tað snýr seg um vikur, í ringasta føri dagar, áðrenn vit ikki kunna liva við hesum longur, segði Rannvá Simonsen, virkandi forkvinna í Ljóðsmøðrafelagnum, við Sosialin 4. mai.