at persónurin ella felagið, sum hoyrt verður, fær ítøkjuliga at vita hvørja avgerð myndugleikin ætlar at taka,
at persónurin/felagið, sum hoyrt verður fær høvi at koma við sínum viðmerkingum áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
at viðmerkingarnar hjá hoyrda persóninum/felagnum verður ein partur av avgerðargrundarlagnum hjá myndugleikanum.
Hendan hoyring kann so verða við til at broyta avgerðina hjá tí parti, sum ætlar at fremja avgerðina í verki.
At kunna starvsfólk um eina avgerð er so nakað heilt annað. Tá er avgerðin tikin og hon stendur ikki til at vika.
At Trivnaðartænastan eisini hevur fingið spariknívin at merkja, fekk Føroya pedagogfelag eisini at vita beinanvegin, men felagið var ikki við í tilgongdini um hvussu sparingarnar fóru at verða framdar. Hetta er tað, eg havi at finnast at. Um starvsfólk og felag vóru við í hesari hoyringsgongdini, hevði úrslitið óivað verið øðrvísi – allir partar høvdu verið hoyrdir og ikki bert kunnaðir.
Er tað soleiðis almennu myndugleikarnir velja at fremja sparingar í verki?
Jarvin Feilberg Hansen
Formaður í Føroya pedagogfelag