Aftursvar til Rúna Heinesen: Innihaldið í skjølunum er ov álvarsligt

Tað mátti verði ein av teimum mest álvarsomu skuldsetingarnar, sum kunnu koma frá Public Service stovni okkara, sigur blaðstjórin á Sosialinum

– At stýrisformaðurin nú ger hetta til ein spurning um orð kann benda á, at hann ikki tekur innihaldið í skjølunum í nóg stórum álvara. 

 

Tað sigur Barbara Holm, blaðstjóri á Sosialinum í aftursvarið til Rúna Heinesen, formann í stýrinum fyri Kringvarpið

 

Rúni Heinesen legði seg í gjárkvøldið út í kjakið um orrustuna í Kringvarpinum, sum Vikuskiftis Sosialurin varpaði ljós á í seinastu útgávu. 

 

Stýrisformaðurin sigur í skrivinum, at hann heldur ikki talan vera um eina kæru, men heldur um kunning.

 

 

Les meiri um tað HER

 

 

– Sosialurin hevur ongantíð kallað nevndu skjøl fyri ”kærur”. Ein kæra til kringvarpsstýrið viðførir ávísar mannagongdir so sum hoyringar og eina niðurstøðu. Sostatt er ein onnur praktisk mannagongd fyri tað, sum verður bólkað sum ein ”kæra” sigur Barbara Holm. 

 

–Sosialurin hevur heldur kallað hesi skjøl fyri ”klagur”. At klaga kann sjálvandi merkja ”at kæra”, men sambært Sprotanum er fyrsta tulkingin tað, at bera fram sína misnøgd, leggur hon afturat.

 

– At stýrisformaðurin nú ger hetta til ein spurning um orð kann benda á, at hann ikki tekur innihaldið í skjølunum í nóg stórum álvara, sigur blaðstjórin.

 

 

Hon heldur, at sama hvat heitið á skjølunum er, er innihaldið ein so harður kritikkur av kringvarpsstjóranum, at tað uttan iva kann kallast ”at klaga” – at bera fram sína misnøgd. 

 

 

– Heldur enn at venda blinda eyga til innihaldið í skjølunum, átti Rúni Heinesen at umhugsað, at tikið sera tyngjandi skuldsetingarnar í skjølunum í álvara, sigur Barbara Holm.

 

– Somuleiðis er tað undrunarvert, at Rúni Heinesen sær tað sum eina ”kunning”, at spurnartekin verður sett við, um journalistar í Kringvarpinum fáa framleitt kritiskan journalistikk í verandi støðu.

 

– Tað mátti verið ímillum tær mest álvarsomu skuldsetingarnar, sum kunnu koma frá Public Service stovni okkara.

 

– Somuleiðis er tað rættiliga álvarsamt í sær sjálvum, at starvsfólk fara uttan um stjóran beint til stýrisformannin. 

 

Rúni Heinesen sigur eisini, at tað ikki er rætt, ið Barbara Holm sigur, at hann hevur fingið høvi at viðmerkja klagur móti kringvarpsstjóranum.

 

– Fyrst av øllum má eg siga, at tað var ikki tað eg skrivaði. Eg skrivaði hinvegin, at stýrisformaðurin fekk høvi at viðmerkja støðuna. Øll punktini í klaguni vórðu løgd fyri Rúna Heinesen, men hann gjørdi av ikki at siga nakað um støðuna, men vísti ístaðin til Johnny í Grótinum, sigur Barbara Holm.

 

 

Undir hesari grein eru tvey brot úr nevndu skjølunum frá Kringvarpinum til Kringvarpsstýrið. Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í fullum líki.