Aftursvar til Marjus Dam

Í Dimmalætting í gjár setir Marjus Dam, løgtingsmaður, mær nakrar spurningar, tí hann heldur, at Sambandsflokkurin varð settur uttanfyri kjakið, sum var í ÚF í síðstu viku um blokkstuðulin.

Tað haldi eg ikki, at Sambandsflokkurin var.
Upprunin til hetta kjak vóru orðini hjá Hermanni Oskarsson, formanni í Búskaparráðnum, um at Føroyar eiga at sleppa sær av við blokkstuðulin her og nú. Annars er vandi fyri, at blokkstuðulin fer at verða brúktur sum stuðul. Enda-málið hansara var uttan iva at fáa eitt politiskt orðaskifti um blokkstuðulin.
ÚF tók málið upp í síðstu viku. Fyrst í sendingini "Føroyar í dag", har orðaskifti var millum umboð fyri Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin um sjónarmiðini hjá formanninum í Búskap-arráðnum, um at sleppa okkum av við blokkin.
Sambandsflokkurin hevur eina greiða støðu til blokkstuðulin, og er politiski polurin til Tjóð-veldisflokkin í hesum máli. Hesin vinkulin varð so brúktur í kjaksendingini "Sostatt" mikudagin, har formaðurin í Tjóðveldisflokkinum og formaðurin í Sambandsflokkinum skiftu orð um evnið í framhaldi av sendingini týsdag.
Í hesi sendingini varð eisini lagt upp til, at vit skuldu hoyra sjónarmiðini hjá teimum báðum smærru flokkunum. Viðmerkingin frá formanninum í Miðflokkinum kom við í sendingini, men tíðin gekk undan, og tí kom viðmerkingin hjá formanninum í Sjálvstýrisflokkinum ikki við fyrr enn í tíðindasendingini dagin eftir. Hetta er tað, sum kann henda í eini beinleiðis sending.
Satt at siga haldi eg at tað er á markinum, at ein løgtingsmaður alment skuldsetir ÚF fyri at undirgrava demokratiið, eftir at hansara floksformaður í eini beinleiðis sending upp á 65 minuttir hevur havt møguleika fyri at siga alt tað, sum hon hevur upp á hjarta viðvíkjandi blokkstuðlinum.
Útvarpið hevur skyldu lógásetta skyldu til í sínum programmvirksemi at skipa fyri sakligari og óheftari upplýsing. Tað merkir kortini ikki, at øll áhugamál og øll sjónarmið skulu verða umboðað í hvørjari einstaka sending, tí tíðindaflutningur og upplýsingarvirksemi er ein prosess, sum í útvarpi gongur tíma fyri tíma, og dag fyri dag.
Yvir ávíst tíðarskeið skulu hesar treytir verða loknar, og tað haldi eg tær vóru í viðgerðini av sjónarmiðunum hjá formanninum í Búskaparráðnum um blokkstuðulin. Allir flokkar høvdu høvi til at greiða frá síni støðu til hetta mál.