Jóannes Ejdesgaard finst at mær og Kommunusamskipanini, tí vit hava funnist at ávísum uppskotum hansara í ólavsøkupakkanum, heldur enn at viðgera tey saman við sær, so sum hann nú sigur seg hava ynskt.
Hetta er ikki rætt.
Kommunufeløgini vórðu við stuttari freist boðin til fund, har landsstýrismaðurin kunnaði um pakkan. Lagt varð ikki upp til nakra
samráðing yvirhøvur hvørki á fundinum ella aftaná.
Vit fingu greitt at vita, at talan enn bert var um eitt samráðingarupplegg millum samgonguflokkarnar, og at aðrir partar, m.o. kommunurnar,
fóru at verða tikin við í viðgerðina seinni.
Á fundinum tóku vit kunningina frá landsstýrismanninum til eftirtektar. Vit gjørdu tó eisini viðmerkingar til ávís uppskot - eitt nú um ætlaða lønarsteðgin, broytingar í partafelagsskattinum, umskipanin av Húsalánsgrunninum v.m.
Eitt nú fekk landsstýrismaðurin at vita, at uppskotið um at broyta býtið av partafelagsskattinum til fyrimunar fyri landskassan gongur beint øvugtan veg í mun til uppskot, ið kommunala umskipanarnevndin, sum ger tilmæli til ætlaða kommunureformin, arbeiðir við. Landsstýrismaðurin fekk tí eisini at vita, at uppskot hansara hevði ikki undirtøku í
Kommunusamskipanini.
Vit gjørdu eisini viðmerkingar til, at nøkur uppskot vóru til fyrimunar fyri kommunurnar, onnur ikki.
Landsstýrismaðurin legði okkum eina við einki at siga um uppskotini alment, áðrenn samgongan var samd. Hetta ynskið hava vit virt til fulnar.
At landsstýrismaðurin nú hartar meg fyri at finnast at ávísum uppskotum alment heldur enn at koma til sín, er sanniliga løgin framferð, tí hann hevur greitt frábiðið sær okkara íkast.
Landsstýrismaðurin sigur seg heldur ikki skilja atfinningarnar og stóra orðavalið hjá Kommunusamskipanini. At talan er um fáar milliónir henda vegin og handa vegin.
Nú skal ólavsøkupakkin sjálvandi síggjast sum ein samrunnin partur av politikki landsstýrisins annars. Og ólavsøkupakkin, og serliga teir leysu pástandirnir, sum Fíggjarmálaráðið altíð brúkar sum grundgeving mótvegis kommununum, vátta bara enn einaferð, at kvørkratakið um kommunurnar verður hert stig fyri stig.
Hetta er tilgongd, ið hevur verið ávegis í eina tíð - og hetta er tilgongd, sum Kommunusamsmkipanin staðiliga ávarar ímóti.
Tað var eisini tí, at Kommunusamskipanin alment heitti á teg um at taka kommunurnar við í arbeiðið við pakkanum. Men tú strekti teg bert til eina kunning.
Kommunusamskipanin er altíð til reiðar at viðgera ólavsøkupakkan eins væl og øll onnur uppskot. Men so mugu kommunurnar eisini fáa veruliga ávirkan á ítøkiliga innihaldið.
---------
Heðin Mortensen formaður í Kommunusamskipan Føroya