Aftursvar til Firouz Gaini

Mánadagin framdi antropologurin og granskarin á Føroya Læraraskúla, Firouz Gaini eitt ógemeina ófantaligt og ósatt alment álop á Dimmalætting og journalistin, Katrin Erlendsdóttir í Sosialinum.

Orsøkin til skrópingarherðindi hjá skjarrliga granskaranum er tann, at Dimmalætting fríggjadagin í markleysum frekleika dittaði sær at sitera burtur úr eini longu almannakunngjørdari grein hjá honum í norska vísindatíðarritinum, BARN.?Í gravskitna álopinum í Sosialinum mánadagin pástendur granskarin, at allur hugsandi etikkur, øll basal sámiligheit og virðing – bæði fyri hansara gransking og honum persónliga - rætt og slætt eru traðkað undir fót. Av Dimmalætting. Tí Dimmalætting hevur dittað sær at sitera burtur úr eini grein hjá honum í norska BARN, uttan at hann persónliga sjálvur hevur valt út og vinklað og at enda vælsignað greinina.?Gaini hevur her púrasta misskilt uppgávuna hjá fjølmiðlum. Gaini má – eins og øll onnur – finna seg í, at vit hava frælsar fjølmiðlar. Avísini stendur púrasta frítt at sitera burtur úr hansara alment fíggjaðu granskingargreinum, men Gaini líkar ikki at missa kontroll. Hann vil og krevur og insisterar uppá annaðhvørt at sleppa at redigera innihaldið, ella verða bæði journalistur og avís svínað til alment, so eingin hereftir skal tora at nerta hansara forkunnugu gransking við eini eldtong. ?Ikki við einum orði skrivar Gaini, hvørjar faktuellar feilir, avísin hevur gjørt seg seka í. Tí hetta er nevniliga als ikki orsøk til hvítgløðandi vreiðu hansara. Orsøkin er tíverri tann einfalda, at hann ikki finnir seg í, at vulgerir fjølmiðlar við greiðum vinklum og stuttum greinum dálka hansara drúgvu akademisku útreiðingar, soleiðis at vanlig fólk – almenningurin, sum rindar hansara løn – tímir at lesa.?At hetta er tristi veruleikin stendur greitt longu sunnumorgunin, áðrenn fólk flest hava fingið turkað svøvnin úr eygunum. Tá sendir hann nevniliga við heilsan frá “Fróðskaparsetur Føroya” øllum starvsfólkum á Dimmalætting persónligt langt teldubræv, har hann svínar blaðkvinnuna til og krevur at fáa at vita, hvørjar avleiðingar hendan stóra syndin skal hava fyri blaðkvinnuna. Hann sendir 63 – tríogtrýss! - teldubrøv avstað. 21 teldubrøv sendir Firouz Gaini avstað klokkan 7.54. 21 afturat klokkan 8.28 - og síðani, tá klokkan er blivin 8.43 henda halga sunnumorgun – trokast aftur 21 útspillandi teldubrøv frá Fróðskaparsetri Føroya seg saman í innbakkanum hjá starvsfólkunum á Dimmalætting.?Fyri at skera tað út í papp fyri lesarunum, so hevur Dimmalætting gjørt hetta mistakið: At avísin nakrantíð setti seg í samband við Firouz Gaini. Hetta var í roynd og veru óneyðugt, tí avísin jú hevur rætt til at sitera úr tí longu almannakunngjørdu greinini. Samstundis var hetta sum at rætta einum vissum lítlafingur – sum tey 63 skitnu teldubrøvini og líka so skitnað álopið í Sosialinum mánadagin prógvar. Hann fær tað eisini at ljóða, sum um einhvør kann krevja at sleppa at bestemma innihaldið í greinum, sum verða prentaðar í Dimmalætting. Soleiðis er ikki, um man eitur Gaini ella okkurt heilt annað. Tað er og verður rætturin hjá redaktiónini á Dimmalætting at viðgera, vinkla og formidla tilfar til lesarar okkara. Og tað fer Dimmalætting framhaldandi at gera, uttan mun til, hvussu alment fíggjaðir granskarar eymka og vena seg.


Árni Gregersen, ábyrgdarblaðstjóri og Katrin Erlendsdóttir, journalistur