Aftursvar til Bjarna D, Jacobsen viðvíkjandi bólki 4T, Trolbátar

Havi í eini 2-3 ár sitið og hugt inn á fiskamarknaðin og kannað eftir, hvat tað er sum trolbátarnir fiska.

Havi funnið útav, at tað mesta, ið teir fiska av toski er bara smáur toskur, uml. 55-85% toskur 4 og 5. Ein kann spyrja, hvat tað er fyri ein rist, ið teir brúka, er tað ein yngulrisn ella hvat?

Tann størsta hóttanin ímóti toskinum er nevnliga trolbátarnir, línuskipini liggja vanliga ikki so langt inni og fiska, tí har er ikki pláss fyri okkum vegna ov nógvar trolbátar, og so er fiskurin so smáur, at tað er bæði synd og stór skomm at fiska hann.

Skal toskurin verjast, fari so inn og steðgi øllum fiskiskapinum hjá trolbátumun eftir smáum toski.