Í kvøld hevur Bergur Debess Joensen, prestur, afturvíst einari grein, sum in.fo legði út í morgun.
Greinin og aftursvarið snýr seg um skriv, sum Bergur Debes Joensen sendi Løgtinginum fyri áleið einum ári síðani. Eitt skriv viðvíkjandi prestsins sjónarmið á hjúnabandslógina. Atfinningarnar hjá presti snúgva seg um, at hann metir tað ósømiligt at leggja grein á in.fo um hetta skriv, eftirsum tað er eitt ára gamal.
Rætt er, at skrivið er eitt ára gamalt og tí ikki aktuelt júst nú. Tað var tó ein misskiljing, sum er orsøkin til greinina. Tí tá ið blaðmaður í Miðlahúsinum skrivaði hesa grein í morgun, var tað við heimasíðuni logting.fo sum keldu. Samstundis var tað við tí fatan, at skrivið var nýtt og nýliga lagt út á heimasíðuna.
Sostatt hevur Bergur Debes Joensen grein í sínum máli, tá ið hann vísir á dagfestingina. Mistakið er helst, at blaðmaðurin er komin inn á tingárið 2015, har í umrødda bræv lá og ikki á verandi tingár, sum er tingárið 2016, og tað er eitt mistak, vit mugu taka á okkara egna kappa.
Hetta er eitt harmiligt mistak, sum prestur við hesum fær eina treytaleysa umbering fyri.
Tó halda vit tað verða ósømiligt av presti at alment leggjast eftir einum einstøkum blaðmann í húsinum, sum hvønn dag røkir sítt starv á samvitskufullan hátt. Eitt arbeiðslag, sum viðkomandi eisini hevur havt í hesum føri, hóast eitt menniskjaligt mistak er farið fram. Samstundis er ódámligt av presti at rógva upp undir, at vit hava duldar dagsskráir í Miðlahúsinum. Um prestur meinar tað, so átti hann at sagt okkum - og Føroya fólki við - hvat hann meinar við. Tað tykist sum, at prestur her nýtir eitt menniskjaligt mistak sum høvi til at alment finnast at, heldur enn at venda sær til okkara beinleiðis, so mistakið kundi verið rættað beinan vegin, tá ið greinin gjørdist almenn.
Lat tað at enda vera púra greitt, at eingin nýtist at gita um orsøkirnar handan okkara tíðindaflutning á in.fo. Tí tað er so sera einfalt – vit brenna fyri at bera tíðindi fram fyri Føroya fólki, sum hava týdning fyri samfelagið.
Eirikur Lindenskov
Barbara Holm









