Aftursvar til Annu Arabo á Oyrareingjum

Høgni Mikkelsen, Býráðslimur

 

Í Dimmalætting og Sosialinum skrivar Anna Arabo av Oyrareingjum um býráðsfundin, sum var tann 23-4-2007. Til viðgerðar á býráðsfundinum var m. a. málið um bingjuhavnina á Oyrareingjum.

Anna Arabo skrivar, at undirritaði á fundinum var so niðurgerandi ímóti teimum, sum høvdu skrivað undir eitt mótmælisskriv ímóti bingjuhavnini. Tað er ikki rætt, tí tað eg segði var, at sjálvsagt skal kommunan taka øll mótmælisskriv til eftirtektar, men eg segði eisini, at um kommunan einvegis skuldi rætta seg eftir hesum mótmælisskrivum, so bleiv ikki nógv gjørt í kommununi, tí tað koma mótmælisskriv ímóti bæði einum og øðrum, ið gjørt verður í kommununi.

Tað er heilt nátúrligt, at ein bingjuhavn verður gjørd á Oyrareingjum, og vil ein slík verða ein fyrimunur fyri kommununa og sostatt eisini fyri kollfiringar.

Í sama lesarabrævi heitir Anna Arabo á tær smáu kommununar um at hugsa seg væl um, áðrenn tær leggja saman við størri kommunum, tí at tey hava ringar royndir av samanleggingini við havnini.

Tíbetur taka ikki allir kollfiringar undir við hasum sjónarmiðinum, tí sjón fyri søgn er, at síðani samanleggingina er so nógv gjørt í Kollafirði, sum ongantíð fyrr. Bara fyri at nevna nakað av tí, sum gjørt er í Kollafirði aftan á samanleggingina, kann eg vísa á, at stásulig ítróttarhøll er bygd. Nýggjur nýtíðar skúli er tikin í nýtslu, sum ger at næmingarnir nú kunnu ganga í skúla í bygdini í 8. og 9. flokki. Læknahøli og barnagarður er somuleiðis bygd í bygdini. Bussleiðin koyrir (nú ókeypis) millum Kollafjørð og Havnina fleiri ferðir um dagin og stór útbygging er farin fram á havnalagnum, sum hevur givið nógv arbeiðspláss. Runt rokað eru einar 200 mió.kr. nýttar í Kollafirði síðani kommunurnar báðar vóru lagdar saman, so ikki kann sigast annað enn, at kollfiringar hava fingið sín stóra lut at teimum íløgum, sum gjørdar eru í kommununi, men tað er í fínasta ordan, tí talan er nú um eina og somu kommunu.