Aftursvar til Annemi Joensen

Gunvør Sigurðsson
?

Kann ikke lata hettar fara ósvara aftur við borðinum
Fyrst vil eg siga, at tá íð eg læs greinina hjá Annemi Joensen helt eg at hon var á einum einum rættiliga lágum og klandrutum støði.
Vælsigna verið í teg Annemi, tað er uppá tíðina at tú og aðrar vi tær, taka hasar "skyklapparnar" burtur, so tit kunne síggja rundan um tykkum, síggja at tað eru ikke bara sjúkrarøktarfrøðingar, ið kunnu.
Tað eru nógvir sjúkrahjálpara, heilsuhjálpara, pleygara og heilsuatstøðingar, ið gera eitt megnar arbeiði, alt innan heima røkt, sambýlum, ellisheimum- og -røktarheimum, psykiatri, dagtilhaldum, sjúkrahúsum, og yvaleyst aðrastaðni sum eg ikke veit um.
Tað er ikke altíð tann hægsta, breiðasta ella djúpsta vitamin, ið er tann besta, tað kemur so sanniliga eisini ann uppá hvat í ein tímir og brennir fyri.
Sjálv havi eg arbeitt i nógv ár sum sjúkrahjálpari og 7 tey seinastu árini sum heilsuatstøðingur. Eg havi arbeitt saman vi sjúkrarøktarfrøðingum alla tíðina, og í nógvum førum hava tær eina større komputansu enn eg, men í grundleggjandi sjúkrarøkt eri eg líka góð, og til tíðir betri enn ein sjúkrarøktarfrøðingur, við mínari fakligari vitan.
Eg haldi avgjørt tað er brúk fyri okkum øllum, og eg haldi at tað er alneyðugt at vit ikke gloyma menniskja, og her hugsið eg um tað fysiska, psykiska, sosiala og tað andaliga, og ikke læta alt enda í klandri og makt.
Tó vil eg siga at eg havi arbeitt saman vi nógvum sjúkrarøktarfrøðingum, vit hava arbeitt væl saman og tær hava veruliga víst mær álit og virismett mítt arbeið
Til polittikarnar, takk skulle tit hava íð fingu sett heilsuhjálparaskúlan á stovn, og vónandi gonger ikki alt ov long tíð, til heilsurøktarskulin kann taka sínar fyrstu næmingar inn.