Aftursvar frá Útvarpi Føroya

Í tíðindaskrivi í dag ger Føroya Lærarafelag viðmerkingar í sambandi við tíðindaflutningin í útvarpinum um nýggja sáttmálan millum Føroya Lærarafelag og Føroya Landsstýri.

Føroya Lærarafelag hevur eins og onnur loyvi til at hava sína meining um tíðindaflutningin í útvarpinum, men av tí, at atfinningarnar hjá lærarafelagnum eru burturvið, skulu hesar fáu viðmerkingar verða gjørdar til tíðindaskrivið:

Felagið sigur »at tað var fjølmiðlaetiskt av allari leið, at útvarpsmaðurin læt Ingeborg Vinther koma so mikið til orðanna um eina avtalu, hon ikki er partur í og ikki hevur fingið innlit í«.

Hetta sjónarmið er heilt burturvið. Formaðurin í Føroya Lærarafelag fekk høvi til væl og virðiliga at greiða frá nýggja sáttmálanum, men felagið sleppur ikki at gera av, hvønn annan útvarpið tosar við um eitt mál sum hetta. Fyritreytirnar fyri samrøðuni við Ingeborg Vinther, sum varð gjørd beinleiðis, vórðu gjørdar púra greiðar í tíðindunum. Tí er onki at finnast at fjølmiðlaetiskt. Keldur innan Lærarafelagið, sum útvarpið eisini tosaði við, vóru av tí uppfatan, at hesin nýggi sáttmálin fór at verða fyri hvøssum atfinningum frá øðrum fakfeløgum. So hetta kann ikki koma óvart á Føroya Lærarafelag.

Lærarafelagið skuldsetir útvarpið fyri at hava skapt eina fløkju millum feløgini. Hetta er sjálvsagt ikki rætt. Útvarpið hevur bert greitt frá nýggja sáttmálanum og høvuðsavtaluni, og fingið viðmerkingar frá øðrum til avtaluna. Útvarpið fer sjálvsagt at viðgera hetta málið víðari og lýsa fleiri síður av málinum, herundir at tosa við hini feløgini.

Tí er púra ongin grund til hesa øsing.


Útvarp Føroya

Jógvan Jespersen