Vegna Unga Tjóðveldið Jenus í Trøðini og Gunnhild Dahl Niclasen
--------------
Hetta svarar løgmaður aftur, tá Unga Tjóðveldið spyr, um tey, sum longu hava eina útbúgving, skulu fara í skúla umaftur:
»Tey sum longu hava eina útbúgving fara sjálvandi ikki at taka eina útbúgving umaftur. Men tey kunnu nýta høvi at taka eina eftirútbúgving ella taka við tilboðum um førleikamenning, sum ALS skipanin veitir.«
Men hetta er ikki í samsvari við tað, sum Ernst Jacobsen, stóri í ALS, sigur. Ernst Jacobsen úttalaði seg um hetta evnið á pallborðsfundi um arbeiðsloysi millum ung í Miðlahúsinum 5. november 2009. Hann segði, at hesi, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum, høvdu ongan rætt til ALS útgjald ella aðrar tænstur, sum ALS skipanin veitir.