Afturlatingarlógin skal endurskoðast

S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag vilja mæla Vinnumálaráðnum til at endurskoða afturlatingarlógina

STONGT
Rógvi Borðoy

Tann 23. juni í ár varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag. S&K fekk somu lønarhækking sum Arbeiðarafeløgini. Harumframt fekk S&K gjørt avtalu um yvirtíð um kvøldið og leygardag.
Hetta merkir, at S&K og Arbeiðåsgevarafelagið aftur kunnu gerðast samd um eitt tilmæli til Vinnumálaráðið um at endurskoða Afturlatingarlógina.

Kundu ikki semjast
Pætur Niclasen úr S&K sigur, at hansara felag ikki kundi ganga við uppá at broyta Afturlatingarlógina, fyrr enn hansara limir vóru tryggjaðir yvirtíð í nýggju upplatingartíðunum.
-Í dag eru limirnir tryggjaðir yvirtíð, og tí vilja vit ikki seta okkum ímóti at upplatingartíðirnar hjá handlunum vera longdar, sigur Pætur Niclasen.

Steðgaði í 2002
Fyrst í 2002 steðgaði arbeiðið hjá Vinnumálaráðnum við at gera eina nýggja Afturlatingarlóg, tí partarnir ikki kundu semjast um broytingar í lógini.
Nú er líkt til, at arbeiðið kann takast upp aftur, tí S&K og Arbeiðsgevarafelagið eru samdir um eitt tilmæli, sigur Tummas Hanus Dam, formaður í Føroya Keypmannafelag.
Tummas Hanus Dam sigur, at Føroya Keypmannafelag vil hava eina frígering av lógini sum heild. Hann sær gjarna, at upplatingartíðirnar fyri allar handlar verða øktar munandi.

Lógin í dag
Í dag er smásøla bert loyvd frá klokkan 7.00 til 17.30 gerandisdagar, og leygardagar til klokkan 14.00. Eina ferð um ársfjórðingin er tó loyvt at hava opið til klokkan 17.00 leygardag.
Tummas Hanus Dam sigur, at hann gjarna vil hava upplatingartíðirnar at vera frá 6.00 til 23.00 hvønn dag uttan sunnudag. Og hann sær gjarna, at tað skal vera galdandi fyri alla smásølu, líka frá Miklagarði til ítróttarhandlar.
Hann metir ikki, at forðingar eru fyri, at tað kann lata seg gera.

Vinnumálaráðið fer í gongd
Gunnar Holm Jacobsen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum sigur, at Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur tikið avgerð um at seta arbeiðið í gongd aftur. Hann sigur, at um partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru samdir, plagar tað at ganga lættari við at fáa lógaruppskotið ígjøgnum.
-Tað er eitt sindur ringt at spáa um, hvussu tað fer at ganga. Vit mugu hoyra, hvat løgtingslimirnir siga, tá tað kemur so langt, sigur hann.
Hann vil ikki siga nakað um, hvussu langa tíð arbeiðið fer at taka, men Vinnumálaráðið vónar, at tað verður í komandi tingsetu.