Fyri fyrstu ferð hevur amerikanski forsetin, Barack Obama, ásannað, at fangalegan í Guantanao í Kuba verður ikkii latin aftur um tveir mánaðir sum ætlað. Undir valstríðnum í fjør segði Obama, at bleiv hann forseti, fór hann at lata leguna aftur í januar í 2010, men á tíðindafundi í Suðurkorea í gjárkvøldið ásannaði hann, at tann tíðarætlanin fer ikki at halda.
Enn eru 220 fangar í Guantanamo-leguni, men USA hevur havt trupulleikar við at finna lond, sum vilja taka ímóti teimum.
Tí verður kannað, um tað ber til at flyta teir seinastu fangarnar til eitt fongsul í sjuálvum USA, skrivar Reuters.










