Afturlítandi og framáskoðandi

Tað er fallið mær í lut at skriva eina grein til seinasta Sosialin í hesum árinum 2012. Tað er tí ikki heilt ónatúrligt at gera sær nakrar tankar í samband við ársskifti. Slíkt vil ofta snúgva seg um hendingar, og tað ein annars hevur verið upptikin av, í tí farna árinum, og so kanska hugleiðingar um tað, sum væntast kann at fara fram í tí enn ókomna ári 2013.

Jógvan Sundstein, Fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
----


Lat meg byrja við, at eg, fyri ikki so mongum døgum síðani, sá og hoyrdi tíðindi um, at tað virkið, sum eg stovnaði fyri nærum 50 árum síðani, hevði kastað saman við eitt ann­að vælkent og næstan líka gamalt virki. Samanlagda virkið er komið at eita JANUAR, løggilt grannskoðaravirki. Hugsanin aftanfyri navnið er, at á hvørjum ári, tá vit koma til ársskifti, fara vit – og ikki minst grannskoðarar – at gera upp, hvussu gamla árið hilnaðist og síðani gera okk­um metingar um útlitini fyri fram­tíðina. At byrja við, hvakk eg eitt sindur við av navninum, men sum frá líður haldi eg, at navnið hevur góðan týdning. Mítt ynski skal vera, at tað fer at gangast væl við nýggja virkinum.

Nú eri eg ikki virkandi grann­skoð­ari longur, men tann sam­felags­áhugi, sum enn er mær í holdi borin, ger at eg royni at gera mær mínar metingar, bæði av tí farna og farandi og tí komandi.

Tá ið hyggjast skal at tí, sum hent hevur í føroyska samfelagnum og annars verið á breddanum í Før­oyum í 2012 slepst ikki undan at taka við seinastu tveir mánaðarnar av 2011. Nýtt lands­stýri varð skipað í byrjanini av november 2011, og tað fór til arbeiðis beinanvegin. Nú vit fara inn í 2013 hevur landsstýrið sostatt virkað í næstan 14 mánaðar. Tað vil siga, at møguligt er nú at gera eina meting av arbeiðslagi og arbeiðs­úrsliti hjá landsstýrinum.

Árið sum fór, serliga politiskar hendingar
Fyrst er at gera sær greitt, at stjórn­ar­valdið er latið upp til 4 flokkar, sum hóast teir hava rætti­l­iga nógv til felags, kortini eisini hava nakrar politiskar ymisk­leikar. Harafturat eru tveir av flokk­unum relativt stórir, meðan hinir báðir eru smáir. Tað slepst ikki undan, at hetta av og á merkist í samarbeiðinum, tá neyð­semjur skulu gerast. Men sam­stundis er tað eitt meiriluta­lands­stýri, og tað hevur við sær, at sjálvt um roynt verður at fáa breiða undirtøku fyri teim polit­isku tiltøkunum, so er altíð møgu­ligt at “bakka” aftur til tað, sum meiriluta samgongan hevur givið tilsøgn um.

Tiltøk, partvís ávirkað av krepputíðum
Landsstýrið legði út við ein­um samgonguskjali, sum í ávísan mun legði upp til ein broytingar­poli­tikk, men eisini á onkrum øki fór aftur í fortíðina. Eitt, sum tó hevði stóran týdning, var, at álvarsama búskaparliga støðan í stórum parti av heiminum, og eisini partvís í Føroyum, gjørdi tað alneyðugt at vísa varsemi í búskapar- og fíggjar­politikki, samstundis sum búskaparligur vøkstur í veruleik­anum var eitt “must”.

Eitt høvuðsmál hjá landsstýrinum var – og er – at minka um hallið á fíggjarlógini og landskassaroknskapinum, tað vil siga at fáa betri javnvág millum útreiðslur og inntøkur landskassans. Hetta hevur langt á leið eydnast. Men samstundis, sum hetta verður gjørt, skuldi búskaparligur vøkstur verið at sæð í samfelagnum sum heild. Hetta hevur í ávísan mun eisini víst seg at hepnast. Fortreytirnar fyri hesum eru fleiri, fyrst og fremst at vinnuligt virksemi og framgongd er í samfelagnum, og her hevur tað størsta týdningin, at vinnulívið hevur góðar karmar at virka innan fyri.

Í Europa sum heild er stórt, summastaðni ógvuliga stórt, arbeiðsloysi. Arbeiðsloysi er og hevur eisini verið í Føroyum, tó minni enn í flestu europeisku londunum. Tað gleðiliga er hent í Føroyum, at arbeiðsloysið er minkað, og heldur eftir øllum at døma á at minka. Ein av orsøkunum til hetta er, at landsstýrið sum eitt sínum fyrstu málum fekk gjøgnumført týðandi broytingar í lógini um skatting av persónum.

Broyting av skatta­viðurskiftunum
Hendan broyting verður rópt flatskattaskipanin, hóast skatturin framhaldandi ikki er heilt flatur, men tó minni progressivur. Nýggja skipanin hevði við sær ein munandi skattalætta fyri so gott sum allar persónligar inntøkur. Tað vil siga, at fólk flest sluppu at varveita størri part av síni egnu inntøku, tí tilsvarandi minni varð tikið frá teimum. Fyri einstaka persónin kom tað tí at loysa seg betur at arbeiða.

Nýggja skattaskipanin umfatar bert landsskattin og ikki kommunuskattin. Her er størsti munurin skattafría botnmarkið. Botnmarkið í landsskattinum er nú 65.000 kr., meðan tað er kr. 30.000 í kommunuskattinum. Fyri at fáa betri “symmetri” í, eigur tí markið í kommunskattinum at verða hækkað til tað sama sum í landsskattinum. Hetta kann tó ikki gerast í einum høggi, men má lagast til yvir eitt ávíst áramál. Eisini eigur botnmarkið í báðum skattaskipanunum at verða prístalsjavnað á hvørjum ári.

Nógv tjak hevur verið í sambandi við sokallaða flatskattin. Álopini á landsstýrið, samgonguna og ikki minst á fíggjarmálaráðharran hava verið, og eru framvegis, ógvus­lig. Men eftir míni meting hevur landsstýrið framt eitt bragd við nýggju skipanini. Hetta hevur longu partvís víst seg, men sum tíðin gongur fer tað at vísa seg enn meira. Um eini tvey/trý ár kemur tað at síggjast rættiliga væl aftur í búskapar­ligari menningini av samfelag­num og eisini, við neyvari stýring, í betri fíggjarligari støðu hjá tí almenna. Tað ræður tí um hjá lands­stýrinum at halda fast við førda politikkin.

Ein onnur umskipan i skatta­lóg­gávuni var broytingin av pensións­skattingini. Nýggja skipanin hevur við sær, at inngjøldini til persónliga eftir­lønar­skipan verða skattað beinanvegin, meðan útgjøldini til sína tíð vera skattafrí. Fyri skattaborgaran skuldi hendan skipanin peningaliga verið neutral. Um nakað annað kann ávísast eigur hon at verða justerað. Tað skuldi ikki veri serliga torført at gjørt tað. Tá skipanin hevur virkað í nøkur ár, verður tað ólíka betur hjá borgaranum at fáa sína pensiónsuppsparing útgoldnað skattafrítt. Tað skuldi verið løgið, um ikki fleiri lond sum frálíður eisini fara yvir til hesa skipan. Tað tekur tó helst sína tíð, tí mótstøðan frá trygg­ingarfeløgunum helst er nakað stór. Tey umsita jú, sum er, útsetta skattapeningin hjá stjórnunum.

Annars umfatar pensións­spurn­ingurin nógv onnur viðurskifti enn tær her umrøddu privatu pen­siónsuppsparingarnar. Samlaðu pensiónsviðurskiftini eru, so vítt eg havi skilt, til politiska við­gerð í løtuni, og hetta umfatar bæði møguliga tvungna privata upp­­sparing eins og fólkapensión og sam­haldsfasta v.m. Hetta er iva­­leysa stórt evni til eina sjálv­støðuga grein.

Fiskivinnan
Eitt annað stórmál, sum polit­iska skipanin, í fyrsta umfari fiski­­málaráðið, hevur til við­gerð­ar er komandi langtíðar fiski­vinnu­politikkurin. Roknast kann við, at eitt ella annað úrslit kemur undan kavi í 2013. Vónandi fæst ein breið semja um eina nýggja fiskivinnuskipan, hon skal bæði vera politisk breið og gjarna breið yvir eitt longri áramál. Eitt hugtak, sum nú eina tíð hevur oyðilagt tjakið um fiskivinnupolitikkin er orðini:”ogn Føroya Fólks”. Hesi orðini komu í lógarverkið fyri at geva landsstýri og Løgtingi heimild at lóggeva og ráða yvir fiskivinnuskipanum, og ikki, sum mangur hevur misskilt tað, at hvør einstakur føroyskur borgari skuldi hava rætt til sín part av fiskatilfeinginum. Inntøkurnar frá fiskivinnuni eiga tey, sum reka vinnuna, eigarar og manningar, innan fyri teir karmar, sum ásettir eru av lóggávuvaldinum og polit­isku skipanini. Vónandi vera hesir karmar so góðir og rættvísir sum møguligt.

Skúladepilin v.m.
Eitt mál, sum landsstýrið í løt­uni baksast við er byggingin av Markn­agilsdeplinum. Einki er at ivast í, at projektið er ógvu­liga “avanserað” og eisini ivaleysa dýrt. Men samstundis er tað sera neyðugt at fáa hendan útbúgvingardepilin gjørd­an. Eg má tí ynskja menta­málaráðharranum eydnu við at fáa prísin nakað niður afturat, og so fáa gongd á byggingina.

Í sambandi vi skúladepilin kann eg koma inn á ein spurning, sum er nógv frammi í orðaskiftinum, nevniliga fólkafráflytingin. Eg skal tó ikki fyrigykla nakra loysn á hesum trupulleika. Spurningurin er nógv meira kompleksur enn bert at snúgva seg um út­búgving, vinnumøguleika, barna­ansing, pensionistatilveru, veður­lagið v.m. tað er í djúpastu merking ein spurningur um, hvat ein vil og ynskir við sínum tilveru­grundarlag. Undir orðaskiftinum um hetta fyribrigdi hoyrist mang­an, at “ tað er nógv betri í Danmark enn í Føroyum á ymiskum økjum”. Tað virkar mest sum, at tey, sum rópa harðast, vilja niðurgera umstøðurnar í Føroyum. Mín pástandur er, at tað er júst øvugt, Føroyar eru avgjørt eitt tað besta landi í verðini at búgva í. Men harvið er ikki sagt, at tað ikki kann gerast uppaftur betur.

Okkurt kundi verið betur
Tá eitt landsstýri verður skipað og samgonguskjal skrivað er tað neyvan nakar, sum er heilt samdur við allar ásetingarnar í tí. Tað, sum hetta landsstýri hevur framt ella er í ferð við at fremja eri eg fyri rættiliga stóran part samdur við. Men kortini er okkurt, sum eg ikki heilt kann góðtaka. Eg havi nevnt tað fyrr, og nú málið er avgreitt vil eg nevna tað eina ferð afturat, avtøkuna av Landsbankanum haldi eg ikki vera klókt at fremja. Allur bankasektorurin, bæði i Europa, í Danmark og fyri sovítt í Føroyum eisini, er í einum slagi av koma. Fyri stóran part virka bankarnir ikki, teir niðurpína vinnulívið, teir eru eisini byrjaðir at biðja um umberingar (dømi Danske Bank) og fíggjareftirlitini virka mangan á løgnan hátt. ES er í ferð við at stovna sítt egna felags fíggjareftirlit, Danmark er í iva, um teir skulu vera við í hesum. Føroyar eru uttanfyri ES, men undirlagt danska eftirlitinum. So støðan er beinleiðis fløkjaslig. Hóast Landsbankin ikki er fullkomin, so hevur hann tó ávísan týdning, og ger ikki nakran skaða. Undir verandi umstøðum hevði tað tí verið skilabetri at arbeitt við útbygging av Landsbankanum.
Eitt annað mál frá samgonguskjalinum, sum eg eri beinleiðis ósamdur við, er spurningurin um ríkisstuðulin. Soleiðis sum eg skilji løgmann, hevur hann uppgivið at fáa stuðulin hækkaðan. Tað er at gleðast um. Hann hevur eisini í Ólavssøkurøðuni sagt frá, at hann droymir um einar meiri sjálvstøðugar Føroyar. Prístalsviðgerðin av stuðlinum er eisini skaðilig, men hon telur ikki so nógv í fyrsta umfari. Vónandi heldur hon ikki fram so leingi.
Samanlagt meti eg, at tað hevur gingið framá í Føroyum tað seinasta árið. Og tað er mín vón, at tað heldur fram. Eitt sum eg kortini ikki haldi hevur gingið framá er tjakmentanin í Føroyum. Nøkur lesarabrøv hava beinleiðis eitt ljótt orðalag, tað er so, hvat tað er. Men tað vánaligasta eru allar tær ymisku viðmerkingarnar, sum koma á face book til greinar og tíðindi á teim ymisku portalunum. Tær flestu av teimum eru ikki annað enn persónlig ljót álop, serliga á politikarar. Viðmerkingarnar siga meiri um viðmerkjaran enn um tann teir loypa á. Vónandi fer hetta at batna í komandi ári, so vit kunnu fáa tjak og orðaskifti á einum væl hægri støði.
Eg skal enda við at ynskja øllum heima á landi eitt gott og vælsignað komandi ár.