Á landsfundi Fólkafloksins í Sandavági leygardagin, varð í størri mun tosað um tað, flokkurin og samgongan hava gjørt, enn tað, sum fer at henda í framtíðini. Tað, sum fer at henda, kemur av sær sjálvum, tá arbeitt verður við tí, heldur løgmaður.
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur, at tað er altíð lættari at hava visiónir, tá ein situr í andstøðu og ikki hevur ábyrgdina av tí, sum henda skal. Tá tú situr í samgongu, eru nógv mál at hava fyrilit fyri, og tá er ikki so lætt at koma við greiðum útmeldingum av tí, ein sjálvur kundi hugsað sær. Tí var landsfundurin kanska nakað tamur í so máta, viðgongur hann.
Men hinvegin leggur hann dent á, at tað verður alla tíðina arbeitt við málum, sum fara at verða løgd fyri almenningin í framtíðini.
?So heilt uttan visiónir eru vit ikki. Tað er bara ikki altíð skilagott at almannakunngera tað, arbeitt verður við, fyrr enn allir partar eru samdir, sigur løgmaður.
Arbeitt verður við eini yvirtøkulóg, sum ætlandi skal venda Heimastýrislógini á høvdið so at siga, greiddi løgmaður frá á landsfundinum.
Talan er um eina lóg, sum fer at leggja upp til, at øll málsøki, sum koma upp og ikki eru nevnd í Heimastýrislógini, av sær sjálvum gerast føroysk sermál, segði hann og nevndi eitt nú oljuvinnu sum dømi.
Hetta er kortini ikki mál, sum er endaliga viðgjørt politiskt, men arbeitt hevur verið rættiliga nógv við tí á embætismannastigi, sigur hann.
Løgmaður væntar ikki, at nøkur beinleiðis yvirtøkulóg verður at síggja frá samgonguni í næstu framtíð. Til tess eru føroyingar ikki klárir enn, heldur hann og vísir til veljarakannignarnar, sum ikki benda á, at meiriluti er fyri slíkum í løtuni.
Vinnuliga eru vit í lágkonjunkturi í løtuni, sigur løgmaður, og tá vinnumál eru mál, sum vanliga verða nógv viðgjørd í Fólkaflokkinum, gerst orðaskiftið eitt sindur fáligt á landsfundi hjá Fólkaflokkinum í slíkum tíðum.
Hinvegin hendir nógv á politiska økinum. Eitt nú verður nógv gjørt við tey sonevndu »bleytu« økini, vísir Anfinn Kallsberg á.
Tað eru kortini stórmál uppi til viðgerðar, sigur løgmaður. Eitt er málið um rækjuflotan, har politisk semja ikki er fingin um, hvussu tað skal loysast.
Men at Fólkaflokkurin er sinnaður at halda fram í smagonguni, kom skilliga fram í røðuni, sum formaður floksins á tingi, Óli Breckmann helt, tá hann setti landsfundin.
Hann fegnaðist um, at stevið í samgonguni hóast alt er rímiliga gott. Væl betri, enn tað mangan hevur verið fyrr, segði hann.