Økotaste afturkallar trý sløg av Vilmas knækbrød med sesam. Tað er vandi fyri at pesticidrestir (ethylenoxid) eru í teimum sesamfræum, sum eru nýtt í framleiðsluni av knekkbreyðunum, skrivar Heillsufrøðilga Starvsstovan á síni heimasíðu.
Hvør er vøran?
Vilmas økologiske birkes- og sesamfrø ("sort og hvid") knækbrødsticks glutenfri
Nettovekt: 120 g
Best fyri: 29/01/2021 og 12/05/2021
EAN-strikukota 7350017542141
Vilmas økologiske chili- og sesamfrø knækbrødsticks glutenfri
Nettovekt: 120 g
Best fyri: 26/03/2021, 09/06/2021 og 12/08/2021
EAN-strikukota: 7350017541762
Vilmas økologisk sesam crackers glutenfri
Nettovekt: 90 g
Best fyri: 15/04/2021 og 04/08/2021
EAN-strikukota: 7350017542127
Hvar er vøran seld?
Vøran er seld í føroyskum handlum
Virkið, ið afturkallar
Økotaste, Maglebæk Søpark 1, 2660 Brøndby Strandeitan Distribution A/S
Orsøk til afturkalling
Tað er staðfest ov høgt innihald av pesticidinum ethylenoxid í teimum sesamfræum, sum eru nýtt í framleiðsluni av knekkbreyðunum
Vandi
Við bakgrund í almennu metingini hjá DTU Fødevareinstituttet av ethylenoxid umframt eina ítøkiliga vandamálsgreining av kenkkbreyðunum ber ikki til at útiloka heilsuvanda.
Ráð til borgaran
Mælt verður borgarum sum hava hesar vørur, at lata tær inn aftur haðani tær eru keyptar ella at beina tær burtur.