Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar frá afturkalling av Rema1000 Hummus og eitt partí Rema1000 Aioli.
Reitan Distribution A/S afturkallar eitt partí Rema1000 Hummus og eitt partí Rema1000 Aioli. Nøkur av bikurunum hava fingið skeiva merking ásetta. Upplýsingar um innihald af allergenunum sesam, sinnop og egg í vøruni vænta, skrivar hfs.fo.
Vøran er seld í føroyskum handlum.
Virkið, ið afturkallar :Reitan Distribution A/S
Orsøk til afturkalling:
Nøkur av bikurunum við hummus og aioli hava fingið skeiva merking ásetta. Kunning um innihald av allergenunum sesam, sinnop og egg er sostatt ikki við í merkingini.
Vandi:
Brúkarar, ið eru ovurviðkvæmir ella hava intolerancu fyri sesam, sinnop og/ella eggum, eru í vanda fyri at gerast sjúkir um teir eta vøruna við tí merking sum er víst omanfyri.
Borgarar ið eru ovurviðkvæmir ella hava intolerancu fyri hesum allergenum eiga ikki at eta hesa vøru. Vørurnar eiga at verða lætnar aftur hagani tær eru keyptar ella beindar burtur.
Fakta:
Rema1000 Hummus af kikærter
Nettovekt: 200 g
Best fyri: 6/5-2020
EAN-strikukota 5 705830 605436
Rema1000 Aioli med hvidløg
Nettovekt: 200 g
Best fyri: 6/5-2020
EAN-strikukota: 5 705830 605443