Javnan hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan tíðindi um afturkalling av vørum á síni heimasíðu. Fleiri afturkallingar hava verið síðstu dagarnar, og í dag skrivar hfs.fo soeliðis:
Afturkalling av First Price Ice Tea við ferskensmakki 5x250ml, tí vandi er fyri hýggjvøkstri:
Hvør er vøran
First Price Ice tea 5X250ml
Bedst før: 20.06-2020
Ean nr.: 7311041077344
Vøran er seld í Føroyskum handlum.
Virki sum afturkallar:
Falengreen A/S
Orsøkin er hýggjvøkstur er staðfestur í pørtum av partínum
Vandi:
Hýggjvøkstur í hesi vøru ger at hon ikki er egna til mannaføði
Ráð til brúkaran:
Lat vøruna innaftur har hon er keypt ella bein vøruna burtur.