Afturkallar Gerimax vitaminir

Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar á heimasíðu síni frá, at nøkur slog av Gerimax vitamintablettum verða afturkallað av framleiðaranum.

Tað er Axellus A/S í Ishøj, sum framleiðir og afturkallar hesi slog av Gerimax:

Gerimax Daglig Energi 50+ 120 stk

Gerimax Daglig Energi 200 stk

Gerimax Daglig Energi 50+ 300 stk

Gerimax Ekstrem 45 stk tabletter

Haldføri er til 10 2013

Vøran er seld í ymiskum føroyskum handlum

Orsøkin til afturkallingina er, at smáir metaltráðir eru ávístir í staksýnum av vørunum. Mett verður at hesi stava frá rávøruni.

Ongin beinleiðis vandi stendst tó av at eta tablettirnar, men av tí at metal tráður kann vera til staðar, er vøran mett ikki at vera egnað sum mannaføði.

Rátt verður tí brúkaranum til, at lata vøruna aftur í handilin, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.