Coronet Cake Company ApS afturkallar tvey sløg av Salling lagkøkubotnum, tí vørunar eru hýggjuskotnar og harvið óegnaðar til matna.
Talan er um vøruna "Salling lagkagebunde Kakao" og "Salling lagkagebunde lyse". Hetta er blivið selt í føroyskum handlum, og tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan fólki til antin at lata vørurnar inn aftur, har tær eru keyptar ella at beina tær burtur.
Neyvari kunning um vørurnar:
Salling lagkagebunde Kakao
Nettovekt: 340g
Best fyri: 07.02.2022 og 22.02.2022
EAN-strikukota 571872607540
Salling lagkagebunde, lyse
Nettovekt: 340g
Best fyri: 07.02.2022 og 22.02.2022