Afturkalla tallerkar sum lata melamin frá sær

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur javnan afturkallingar á síni heimasíðu, og nú eru tað borðiskar, ið standa ovast á breddanum. Starvsstovan skrivar soleiðis:

 

Hetta er kunning um vøru, sum er seld í Danmark seinasta árið - síðani mars 2021. Henda vøra kann tí verða í Føroyum. 

 

Koopman International afturkallar tallerkar við sitrónmotivum, tí vandi er fyri at teir lata og høgar nøgdir av kemiska evninum melamin frá sær.

 


 

 

Hvør er vøran?

 

Melamintallerkar við sitrónmotivið, sí mynd omanfyri.

 

Batchnummar: 377627 og 366248

 

EAN-strikukota: 8719987808104

 

Vøran er seld síðani mars í 2021.

 

 

 

Hvar er vøran seld?

 

Vøran er seld í Føtex og Bilka handlum í Danmark

 

 

 

Virkið, ið afturkallar

 

Koopman International

 

 

 

Orsøk til afturkalling

 

Tað er staðfest at vøran letur frá sær ov høgar nøgdir at kemiska evninum melamin.

 

 

 

Vandi

 

Vørur, ið lata frá sær melamin yvir markvirði, eiga ikki at koma í samband við matvørur.

 

 

 

Ráð til borgaran

 

Er møguleiki fyri tí, eigur vøran at vera latin aftur haðani hon er komin frá. Annars eigur hon at verða burturbeind