Blaðið skrivaði soleiðis:
»Eftir hugsan Javnaðarfloksins eigur at verða stovnaður landsbanki við tí endamáli sum frálíður at taka við øllum bankayrki her á landi.
Stovnsfæ bankans eigur at vera um eina millión krónur og verður útvegað við innskoti frá øllum almennum stovnum.
Virkispeningur bankans kann fáast til vegar á tann hátt, at allir grunnar hins almenna, tryggingargjøld, skattur, tollur, landskassalán, kommunulán og annars allur almennu peningur veður at seta í og fara um landsbankan. Harafturat skulu skip, virki og sotvnar sum landskassin letur studning til ella veðheldur fyri, hava skyldu at brúka landsbankan í sambandi við øll teirra peningaviðurskifti.
Grunnar og stovnar sum t. d. húsalánsgrunnurin, jarðargrunnurin og búnaðargrunnurin verða samskipaðir við og gerast deildir av landsbankaum fyri harvið at spara nevndar- og stjórnarútreiðslur.
Vinningur og avlop landsbankans verður í fyrsta lagi at seta í lógásettar grunnar.
Annars skal vinningurin nýtast í almennari tænastu, fyrst og fremst við tí endamáli at útvega langfreistað og ódýr lán, endar Javnaðarflokkurin viðmerkingar sínar til uppskotið um at seta á stovn landsbanka.«










