Hesin bilurin er ein Rambler Classic árgang 1965 hjá Ansgari Jensen, hýruvognsførara og koyrilærara í Havn.
Rambler vóru amerikanskir, men nakrir av Ramblerbilunum, sum vóru samlaðir í Belgia, komu til Føroya, og hesin Classic 770 er ein av teimum. Teir vóru betri útgjørdir við eitt nú leðurkabinu.
Myndin er tikin nærhendis Haldarsvík. Fólkini á myndini eru f.v.: Anna Jensen, Ingrid og Pól Jensen við dóttrini Anniku og Petur Rasmussen.
Myndaeigari: Bergur Jensen