Afturhvarv: Ólavur Øster spælir guitar á Listastevnuni

Her er eitt kykmyndalag av framførsluni hjá Ólavi Øster á Listastevnuni í Norðurlandahúsinum í 2002.

Erik Biskopstø skrivar soleiðis á síni vangamynd á Facebook:

 

Í august 2002 samskipaði eg fyri Listastevnuna í Norðurlandahúsinum tríggjar guitarkonsertir við ymiskum føroyskum guitarspælarum. Ein konsert var í Havn, ein í Runavík og ein í Klaksvík. Fólk lótu sera væl at hesum konseptinum. Eg hugsaði, at hetta var so sjálvdsamt, at tað mátti dokumenterast. Eg fekk Ólav Wolles at filma og Jonheðin at multitracka, og síðani miksaði eg upptøkurnar.

Tá var onki Youtube til, og alt endaði bara á einum hardiski. Eg havi síðani ofta roynt at funnið tilfarið framaftur, men til fánýtis. Men í gjár bað konan meg taka eina eskju oman í kjallaran, tí hon ruddaði ymiskt út frá loftinum, og jú mín sann! Í eskjuni lá ein hardiskur við guitarkonsertini. Her er ein av mongu frálíku framførslunum.